Klassamunur í Vági

Føroyameistararnir sópaðu allan iva til viks fyrstu minuttirnar, og restina av tíðini var spurningurin bert, hvussu stórur sigurin hjá VB skuldi verða

 

VB-FSV 6-0 (5-0):


Fótbóltur


Í fjør segði stigatalvan sín greiða boðskap, tá greiðast skuldi frá muninum millum VB og FS Vágar. At kalla alt árið stríddust liðini í hvør sínum enda av stigatalvuni, hvør í sínum lag rukku tey eisini teimum málum, sum vórðu sett. VB við at gerast føroyameistarar, meðan vágamenn høvdu ein heldur varligari setning um at bjarga tilveruni í bestu deildini.


Byrjaðu ógvusligt

Tí var kanska væntandi, at tað skuldi verða heimaliðið, sum vann tey trý stigini, og sigast kann ikki annað enn, at meistararnir eisini livdu upp til hetta álitið. Bert sjey minuttir tók tað teimum at avgera dystin. Tá hevði bólturin longu verið í vágamálinum tríggjar ferðir, og so var alt líka sum avgjørt.

Tað gingu bert tveir minuttir, áðrenn vágbingar fingu fyrsta gylta møguleikan at gera mál, tá beinini vórðu tikin undan Krzyztof Popczynski inni í brotsteiginum. Brotssparkinum tók venjarin sær av sjálvur, og so var 1-0.

Lítla løtu seinni var venjarin aftur upp á spæl. Magni Jacobsen legði ein bólt inn um verjuna hjá vágaliðnum, og einsamallur við málverjanum kundi Popczynski tvífalda leiðsluna hjá VB.

Var vónin hjá gestunum ikki slóknað heilt eftir hesi bæði fyrstu málini, so mundi Predrag Zivkovic taka tað seinastu restina av henni, tá hann brádliga stóð ómarkeraður eftir eitt hornaspark.

Við trimum málum ímóti sær, ásannaðu vágamenn nú, at her gjørdist einki, og fyri áskoðararnar mann restin av dystinum ikki vera mest spennandi løtan, sum teir hava havt á Eiðinum. Fyri báðar partar ráddi bara um at fáa tíðina at ganga, umframt sjálvandi at hava eitt so skilagott úrslit við sær av vøllinum, sum gjørligt.


Torført at meta

Áðrenn farið varð til steðgin, eydnaðist heimaliðnum at skjóta enn tvey mál. Fyrst skeyt Jón Pauli eitt sera vakurt av slagnum, tá hann avgreiddi hornasparksinnlegg í kassan, og løtu seinni var sami Jón Pauli aftur á staðnum, soleiðis at hann kundi avgreiða flata innleggið frá Predrag Zivkovic.

Seinna hálvleik var ikki annað enn væntandi, at ferðin á spælinumn var nakað væl lægri, enn hon hevði verið í fyrra. Heimaliðið hevði ikkik fyri neyðini at spenna seg so nógv út, meðan gestirnir bara royndu at verja ftyri, so talaln ikki skuldi gerast um fleiri mál.

Tað kom tó enn eitt av slagnum, og hetta seinasta málið skeyt Robert Cieslewiczs. Sostatt gjørdist talan um ein sigur í tennis-tølum, men fyri liðini bæði sigur hetta úrslitið helst meira um FS Vágar enn um VB.

Í øllum førum kann roknast við, at vágamenn eins og í fjør oma at liva ein tilveru í botninum, og so er spurningurin, um teir megna at skava nóg nógv stig saman til at varveita sessin.

VB er verjandi meistari, og hetta ger sjálvandi, at krøv verða sett teimum í ár. Krøv, sum teir kanska ikki eru vanir við at hava. Hinvegin er tó heldur eingin loyna, at tað er rættilgia fá, sum hava VB sum fremsta evnið til gullmerkini hetta kappingarárið. Avrikini í steypakappingini hava verið msijøvn, og í so máta sigur sigurin á FSV ikki so nógv um styrkina hjá VB. Heldur varð bara við hesum sagt, at FSV hoyrir ikki til bólkin av feløgum, sum í ár fara at stríðast um heiðursmerkini í fremstu mandeildini.


VB-FS Vágar 6-0 (5-0)

1-0: Krzystof Popczynski (br.) 2

2-0: Krzystof Popczynski 5

3-0: Predrag Zivkovic 8

4-0: Jón Pauli Olsen 30

5-0: Jón Pauli Olsen 34

6-0: Robert Cieslewicz 60


Dómari: Oddmar Andreasen (HB)