Tíðarleysa ævintýrið um tann lítla prinsin frá gongustjørnuni B612 er ikki bara elskað av børnum kring allan heim, men eisini av teimum vaksnu. Hetta kemst kanska av, at tann lítli prinsurin talar til barnahjørtuni í okkum. Tað er eisini tað besta við bókini. Hon kann lesast fyri børnunum ella bara fyri eins egnu skyld.
Á ein sermerktan hátt ferðast vit við tí lítla prinsinum á nógvum ymiskum gongustjørnum, og soleiðis lærir hann okkum, at uttan spurningar fær ein onki at vita, og ongin spurningur er ov tápuligur.
Tann lítli prinsurin er skrivað sum ein barnabók, men er eins áhugaverd hjá vaksnum at lesa, tí hon gevur lesaranum nakað at hugsa um. Hvussu einfalt alt kann vera, um ein brýtur for-dómsmúrarnar niður og lærir seg at liva við virðing fyri øðrum skapningum her á jørð.
Bókin er týdd til 103 mál ? eisini føroyskt, og er ein av kendastu barnabókunum í heiminum. Tá Antoine De Saint Exupéry skrivaði bókina, livdi hann í útlegd í USA, og einsemi og longsulin eftir móðirlandinum merkist týðiliga aftur í tekstinum.
Ein verður ongantíð ov gamal at lesa ævintýrið um tann lítla prinsin. Prinsin, sum bleiv til, tí Saint-Exupéry plagdi at sita og tekna lítlar dreingir og menn á pappírslepar, og á henda hátt føddist tann lítli prinsurin við tí gylta hárinum.
ib