Klassisk konsert

Sunnudagin 17. juni verður klassisk konsert í Norðurlandahúsinum við Nikolaos Kapnas á violin og Jóhannes Andreasen á klaver. Á skránni eru verk eftir Bach, Mozart og Beethoven. Nikolaos Kapnas er føddur í Taskjent í Usbekistan, men hevur búð í Føroyum síðani 1998 og starvast sum musikklærari, umframt at spæla konsertir. Jóhannes starvast í musikk-skúlaskipanini, men er eisini sera virkin tónleikari. Í fjør frumframførdi millum annað nýggj verk fyri soloklaver eftir Kára Bæk og Atla Heimir Sveinsson