Klettskarð er komin væl inn í nýggja árið

Klaksvíkingurin kom tvær ferðir á máltalvuna, tá Breno í dag vann 3-0 á útivølli

Føroyski áleyparin, Páll Klettskarð, sum farna kappingarár var liðskipari hjá KÍ, tørnar nú út fyri Breno í italskum fótbólti.

 

Í dag hevur Breno spælt fyrsta dystin í nýggja árinum, tá Breno á útivølli spældi ímóti Castiglione. Og sigast má, at bæði Breno og Páll Klettskarð hava fingið eina frálíka byrjan uppá nýggja árið.

 

Breno vann á útivølli 3-0 móti Castiglione, og áleyparin úr Klaksvík kom tvær ferðir á máltalvuna.

 

Breno, ið liggur eitt vet uttanfyri italska stórbýin, Brescia, spælir í fimtbestu italsku fótbóltsdeildini.