Klinsmann nýggjur venjari hjá Bayern

Ottmar Hitzfeld, sum tvey skifti hevur verið venjari hjá Bayern München, boðaði herfyri frá, at hann ikki heldur fram sum venjari í týska stórfelagnum eftir summarsteðgin. Nýggi venjarin er funnin, og hann er als ikki nakar ókendur harri. Hann eitur Jürgen Klinsmann, og hevur áður bæði verið áleypari og venjari á týska landsliðnum. 43 ára gamli Klinsmann, sum vandi týska landsliðið frá 2004 til 2006, skoraði heili 47 mál í sínum 108 dystum fyri týska landsliðið tey 12 árini, ið hann leikti við tí.