Týskarin Jurgen Klinsmann, sum er venjari hjá amerikanska fótbóltslandsliðnum, er nú fyri atfinningum, tí hann leitar uttan fyri USA eftir spælarum, sum kunnu umboða amerikanska landsliðið.
Klinsmann hevur verið landsliðsvenjari í USA síðani 2011, og hesa tíðina hevur hann funnið fleiri spælarar, sum eru føddir og uppvaksnir uttan fyri USA, men hava amerikansk ættarbond, og fingið teir á amerikanska landsliðið. Teirra millum eru Jermaine Jones, Terrence Boyd, Timmy Chandler, Fabian Johnson og Danny Williams allir føddir í Týsklandi.
Men hetta eru øll ikki eins glað fyri ein teirra er Bruce Arena, sum var landsliðsvenjari hjá USA árini frá 1998 til 2006.
- Mín sannføring er, at spælarar á landsliðnum skulu vera amerikanarar, sigur Arena við The Magazine. Hann sipar til, at spælararnir skulu verða uppvaksnir í USA og ikki í øðrum londum.
- Eru spælararnir allir føddir í øðrum londum, kunnu vit ikki siga, at vit menna okkum í USA, sigur hann.
Tá ið Bruce Arena var venjari undir HM í 2002, vóru fimm spælarar, sum vóru føddir uttan fyri USA, í hópinum. Fýra ár seinni var bert ein eftir.