Klipp fyri ferð og fyri at koyra og tosa í telefon

Løgreglan gjørdi í gjár ferðkanningar í Suðuroy

Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðkanningar í Trongisvági og í Øðravík endaði tað við, at tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 102 og 106.

Í Havn gav løgreglan tvey klipp í gjár, annar bilførarin fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi, hin fyri ikki at sita íbundin.

Annars var boðað frá nógvum royki úr einum báti við Kongabrúnna í Havn, men tað vísti seg at vera ein oljufýring, sum gav nakað nógvan royk frá sær. Eisini varð boðað frá seyði á bønum í Trongisvági.

Og í nátt varð eitt sett av nummarplátum tikið eftir boðum frá Akstovuni, sum sendir løgregluna eftir nummarplátum, tá eigarin ikki hevur goldið vegskatt, trygging ella ikki er møttur til sýn.