Mánakvøldið hin 4. november klokkan 19:30 verður annar filmurin í røðini hjá Klipp, Filmsfelagi Norðurlandahúsins, sýndur. Filmurin er av oynni Taivan. Og við hesum framúrskarandi og virðislønta filmi slær oyggin í fjareysturi rimmarfast, at søgan um stórbýarhúskið ikki bert finst í vesturlendskari mentan.
Hjúnini NJ og Min-Min búgva, saman við børnum teirra og gomlu mammu Min-Min?s, í einari íbúð í miðbýnum í Taipei. NJ eigur í eini teldufyritøku og leggur alla arbeiðsorku í at venda vánaligu gongdini. Kona hansara Min-Min, sum leiðist við alt, ger knappliga bart og søkir sær hjálp hjá einum religiøsum guru. Tannáringurin Ting-Ting verður forelskað fyri fyrstu ferð, og 8 ára gamli Yang-Yang, sum hevur sínar egnu lívsáskoðanir, fær trupulleikar í skúlanum av hesum. Samstundis liggur mamma Min-Min í koma, og øll í húsinum skulu við jøvnum millumbilum greiða henni frá, hvat tey hugsa og uppliva.
Við rárum fínligum blandi av poesi og veruleika eygleiða vit ein dagligdag, vit øll kenna aftur, sjálvt um stórur munur er á mentanunum. Stórslignu myndirnar og sniðfundiga skemtið lýsir greitt lívsjáttandi boðskapin í filminum: at lýsa vakurleikan soleiðis, sum hann ger vart við seg mitt í gerandisdegnum, sum vit halda okkum kenna so væl.
Filmurin "Yi - Yi" hevur fingið hópin av virðislønum kring allan knøttin., m.a. fekk leikstjórin Edward Yang, fult uppibornu virðislønina sum besti leikstjóri í Cannes 2000.
Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins sýnir filmin "Yi Yi - Familjudreymar" í Høllini í Norðurlandahúsinum mánakvøldið hin 4. november klokkan 19:30.
Edward Yang, Taiwan, 2000, "Yi Yi" 173 min.