Klipp og koyriforboð í kanningum í Klaksvík

Aftur gjáramorgunin var løgreglan á Stangavegnum í Klaksvík og gjørdi ferðmátingar.

 

Tað eru nógvir bilførarar, sum hava fingið klipp í koyrikortið á Stagavegnum í Klaksvík, har løgreglan javnan hevur verið og gjørt ferðmátingar.

 

Á einum vegastrekki, har vegarbeiði er gjørt, hevur hámarksferðin verið sett niður í 40 kilometrar um tíman, og onkur partur av vegnum hevur eisini verið einsrættaður. 

 

Tá talan er um niðursetta hámarksferð, skal lítið til, áðrenn tú fært klipp. - ella í ringasta føri noyðist upp til nýggja koyriroynd. 

 

Aftur gjáramorgunin var løgreglan á Stangavegnum og gjørdi ferðmátingar.

 

- Hetta kostaði tveimum bilførarum klipp í koyrikortið, og ein bilførari fekk koyriforboð, sum merkir, at viðkomandi noyðist at taka koyrikortið av nýggjum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at bilførarin, sum fekk koyriforboð, tí viðkomandi hevur havt koyrikortið í stytri enn trý ár, noyðist upp til nýggja koyriroynd, áðren viðkomandi kann koyra bil aftur. 

 

Í kanningunum í gjár tók løgreglan eisini tveir bilførarar, sum brúktu hondhildna fartelefon, meðan teir koydu, og umframt bót gevur hetta teimum nú eisini klipp í koyrikortið.

 


 

 


TÍN LÝSING HER