- Nú verkfallið er av, er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu at halda fram við arbeiðnum við kloakkini í Kvívík.
Tað siga tey í Kvívíkar kommunu.
Sagt verður, at í summar er ætlanin at knýta húsini, sum liggja millum bussskýlið og vegin Uppi í Trøð, í kloakkina.
Samstundis ætlar kommunan at skifta vatnleiðingina í økinum. Tað eru stoypijarnsrørini, sum skulu skiftast út við plastrør.
Maskinurnar koma til Kvívíkar í hesi vikuni og tað fyrsta, sum verður gjørt, er, at grivið verður í Víkarvegin.
- Her verður grivið frá bussskýlinum og yvir til vegin Uppi í Trøð. Byrjað verður við fjósinum hjá Dánjal Joensen.
Lagt verður aftrat, at meðan arbeiðið verður gjørt, verður hesin parturin av Víkarvegnum stongdur fyri gjøgnumkoyring.
- Hesa tíðina verður koyrandi á Túni, sum tey siga í Kvívíkar kommunu, nú kloakkarbeiðið verður tikið uppaftur.