Klokkan skal flytast fram

Náttina millum leygardag og sunnudag verður skift frá vertrartíð til summartíð.

Fleiri hava trupult við at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, men ráð eru fyri tí: Um summarið taka vit havamøblarnar fram, meðan um veturin verða havamøblarnir fluttir inn aftur. Tí flyta vit klokkuna fram um summarið og flyta hana aftur um veturin. Tá klokkan er 02 sunnunáttina, skal hon flytast fram til 03.

Sambært wikipedia.dk er ikki rætt at brúka heitið vetrartíð. Ístaðin átti heitið at verið normaltíð. Tað er nevnliga summartíð, sum er ónatúrlig.

Summartíð bleiv upprunaliga tikin í brúk fyri at spara orku við best møguliga kunna brúka dagsljósið.

Ikki øll lond brúka summartíð, og harafturat er tað eisini ymisk, nær á árinum summartíð byrjar og endar.