Klopp: Salah er ikki til sølu

Premier League: Mohamed Salah er ein umbiðin maður í Saudiarabia, men hann er ikki til sølu

Í gjár skrivaðu altjóða miðlar, at saudiarabiska felagið Al Ittihad hevði í sinni at bjóða nógvar pengar fyri stjørnuspælaran hjá Liverpool, Mohamed Salah. Í dag hevur Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool svarað aftur.

 

- Tað er eitt sindur torført at svara til ein søgu hjá miðlunum, tí frá okkara síðu er einki at siga. Mohamed Salah er Liverpool-spælari- Um tað var eitt boð, so hevði svarið verið nei, sigur Jurgen Klopp.

 

Søgan sigur at Al Ittihad er til reiðar at brúka nógvra pengar, fyri at fáa skiftið upp á pláss.  Bæði fyri at keypa Mohamed Salah leysan úr Liverpool, og í løn til egyptaran.

 

Tað skal sambært spanska miðlinum, Relevo, standa Mohamed Salah í boðið at blíva hægst lønti spælarin í Saudiarabia. Tað vil siga eina ársinsløn omanfyri tær 619 milliónirnar, sum Cristiano Ronaldo fær í Al Nassr.

 

- Eg hugsi fyrst um ein trupulleika, tá hann er her. Í løtuni er ongin trupulleiki. Kemur eitt boð, so siga vit nei. Mohamed Salah er hundrað prosent klárur at spæla fyri Liverpool, sigur Jurgen Klopp í dag.

 

Umboðsmaðurin hjá Mohamed Salah hevur fyrr í summar skotið søguna niður. Mohamed Salah hevur tvey ár eftir av sáttmálanum við Liverpool og mest sannlíkt er, at spælarin fyribils heldur fram í Liverpool í minsta lagi í eitt ár afturat.

 

Skuldi Mohamed Salah skift til Al Ittihad, so hevði hann blivið liðfelagi við Karim Benzema, N'Golo Kanté og Fabinho.