Knút Háberg Eysturstein á G!

Knút Háberg Eysturstein spælir á G!. Tað er ikki nakað løgið í tí, flest øll væntaðu, at gávuríki sangarin og tónasmiðurin fór at luttaka. Hansara tilknýti til Grót og fólkini aftan fyri festivalin er væl kent. Tá hann so gevur eina frálíka fløgu út, er hann eitt upplagt boð.

Vit hava spurt Jón Tyril fyriskipara, um hann kann vátta, at Knút verður við. Jón segði, at tað kundi hann, og at hann gleddist um, at Knút hevði játta.

Fløgan hjá Knút er eitt meistaraverk av jaligum sangum og á konsertum er ungi eysturoyingurin ein verulig orkubumba, sum brestur bæði væl og hart, men allatíðina vakurt.