Fóttbóltur
Tá Ítróttardómstólurin sendi Páll M. Joensen málið aftur í kappingarnevndina á triða sinni, var tað við boðum um, at hetta mál skuldi viðgerast við atliti til málini um spæliloyvini hjá Knút V. Vesturtún og Klæminti Matras úr ávíkavist EB/Streymi og B36.
Tá hetta hava verið kravboðini, so eru somu atlit helst tikin. Men sum skilst, so eru hesi mál tó ikki tikin upp av Kappingarnevndini.Vórðu tey tað, so skuldu bæði EB/Streymur og B36 fingið boð frá Kappingarnevndini um, at málini verða tikin upp, eins og feløgini høvdu havt møguleika at tala sína sak.
Hetta er tó ikki hent, og tí er helst greitt, at tey bæði málini eru avgreidd umsitingarliga, og at Kappingarnevndin er vorðin kunnað um, hví hetta er gjørt.
Sum vit áður hava skrivað, so var tó sera ivasamt, hvørt B36 ella EB/Streymur yvir høvur kundu revsast fyri síni brot. FSF hevur áður boðað frá, at hjá Klæminti Matras átti flytingin av spæliloyvinum at verið gjørd longu í 2000. Viðvíkjandi Knút Vesturtún visti Útvarpið fyri 14 døgum síðani at siga, at loyvið hjá honum ikki kom í rættlag fyrr enn 25. apríl. Men tá Knút ikki spældi dyst fyrr enn 30. apríl, kann hetta ikki geva felagnum stórvegis trupulleikar.