Sum nakað nýtt, verður í samband við Intersport Summar Cup í ár møguligt hjá U11, U13 og U15 liðum at bíleggja gisting á Argjum.
Hetta verður soleiðis eitt upplagt høvi at byrja summarfrítíðina við einum fótbóltsvikuskifti saman við liðfeløgunum, har høvi eisini verður at hugna sær og stuttleika sær uttanfyri vøllin.
Soleiðis kann Intersport Summar Cup 2018 eisini gerast eitt stórt sosialt tiltak, har ungdómar eru saman alt vikuskifti.
- Vit hava altíð havt eina ætlan um at bjóða gisting, og vit vóna, at hetta kann verða við til at gera tiltakið enn betur, sigur Andrass Thomsen úr B36.
Hann vísir á, at øll liðini koma gista í skúlanum á Argjum, og hetta verður tí eisini ein møguleika hjá ungdómum at knýta vinarbond tvørtur um feløg.
- Á skúlanum verður møguleiki at spæla fótbólt, borðtennis og FIFA18, samstundis sum vit sjálvandi fara vísa HM á stórskíggja, sigur Andras Thomsen úr B36.
Hann leggur aftrat, at gist verður í skúlastovum í Argja skúla frá 6.-8. juli, og bussar fara at koyra millum skúlan og vøllin, eins og vit kenna tað frá eitt nú Dana Cup.