Málið um Kirkjubømúrin, tað vil siga byrjanin til bráðfeingisverjuna, sum Føroya Fornminnissavn skal seta upp í Múrinum, er nú endað á borðinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum, Signari á Brúnni.
Mikudagin kallaði landsstýrismaðurin bygdaráðið í Kirkjubøar kommunu og Føroya Fornminnissavn til fundar í Tinganesi um málið. Bygdaráðið tvíheldur um, at byggivaldið í kommununi er teirra og sambært teimum skal Føroya Fornminnissavn hava byggiloyvi frá kommununi til arbeiðið, sum skal gerast. Fornminnissavnið sigur hinvegin, at talan er ikki um eitt byggimál, men um umvælingararbeiði.
Spurdur um, hvat fer at henda, nú málið er endað á borðinum hjá landsstýrismanninum, sigur Signar á Brúnni.
Avgerðin um, hvat skal henda við Kirkjubømúrinum, varð tikin í apríl í ár av undanfarna landsstýrismanninum í mentamálum, einki er broytt hasum viðvíkjandi og eg ætli mær heldur ikki at gera nakrar broytingar, sigur Signar á Brúnni.
Hoyrt allar partar
Táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Ivan Johannesen, gjørdi av, at í fyrstu atløgu skulu bráðfeingis verndartiltøk setast í verk og í øðrum lagi skal ein arbeiðsbólkur setast, sum skal fyrireika eina hugskotskapping við tí endamáli at finna fram til eina varandi loysn á verndarspurninginum í sambandi við Kirkjubømúrin.
Eg havi tosað við J. P. Gregoriussen og Páll Patursson, sum hava gjørt eina aðra ætlan fyri Kirkjubømúrin, lurtað eftir, hvat teir hava at føra fram og sjálvandi sett meg í samband við myndugleikarnar á økinum. Men eg ætli mær at fylgja tilmælunum, sum serkunnleikin er komin við og sum varð kunngjørdur í apríl, sigur Signar á Brúnni.
Kirkjubøar kommuna tvíheldur um, at talan er um eitt byggimál?
Eg havi ikki somu fatan og tí kallaði eg bygdaráðið til fundar. Eg leggi stóran dent á at fáa eitt samstarv í lag millum bygdaráðið og Landsstýrið, soleiðis at alt verður í sátt og semju. Bygdaráðið skal viðgera málið og teir siga, at teir skulu bera skjótt at og koma við einum svari so skjótt til ber. Somuleiðis siga teir, at teir duga væl at síggja, at málið hevur skund og teir vilja ikki forða fyri, at arbeiðið verður farið í gongd, sigur Signar á Brúnni.
Í samrøðu í blaðnum ígjár segði bygdaráðsformaðurin í Kirkjubøar kommunu, at teir ikki kunnu úttala seg, fyrr enn sakkunleikin, sum teir hava heitt á, er komin við einum úttalisli?
Tað havi eg eitt sindur ilt við at skilja, tí serkøn og serfrøðingar hava gjørt kanningararbeiði í Múrinum yvir fleiri ár. Teir hava úttalað seg og sagt, hvat eigur at verða gjørt. Eg havi ilt við at skilja, at teir skulu hava fatur á líknandi serkønum persónum fyri at fáa viðurskiftini lýst, tá ið teir hava allar upplýsingar til taks. Um so er, at teir skulu gera líknandi kanningar verður tað teimum ógvuliga dýrt, og skulu teir gera neyvar kanningar av konstruksjónini verður tað neyvan eftir fáum vikum, sigur Signar á Brúnni.
Tosa okkum til sættis
Í grundini er málið ikki eitt byggimál, men eitt umvælingararbeiði, og tí dugi eg ikki at síggja, hví Fornminnissavnið skal hava byggiloyvi, sigur Signar á Brúnni.
Bygdaráðið vil hava nøkur viðurskifti nærri lýst, eitt nú viðvíkjandi arbeiðsskúrunum, klimaskermunum og tíðarætlanini?
Hvussu langa tíð arbeiðið uppá Múrin tekur, velst sjálvandi um, hvussu nógv verður sett av á fíggjarlógini, men 1 mill. kr. er sett av í ár og 1 mill. kr. verður tøk næsta ár. Men hasi viðurskiftini, sum tey vilja hava lýst, kunnu vit tosa um. Vit eru altíð fús at tosa við bygdaráðið, sigur Signar á Brúnni.
Heldur tú, at serligu áhugamálini í kommununi viðvíkjandi Múrinum hava nakra ávirkan á málið?
Ikki sambært tí skrivi, eg havi fingið frá bygdaráðnum. Men so vil eg leggja dent á, at uttan mun til, hvør framtíðin hjá Múrinum verður, so skulu umvælingarnar, ið Fornminnissavnið nú skal í holt við, gerast áðrenn. Hinvegin er at siga, at vit hava staðfest, at Múrurin er eitt fornminni og ikki ein brúkslutur.
Nær metir tú, at hesin knúturin verður loystur?
Eg vóni at sleppa undan, at ósemja kemur í. Vit eiga at miðja eftir einum samstarvi. Nær knúturin verður loystur, veit eg ikki, men tað kann ikki ganga long tíð. Fornminnissavnið má sleppa í gongd, meðan veðrið er gott, sigur Signar á Brúnni.
Tað vil siga, at teir sleppa ígongd í ár?
Ja, tað sleppa teir, sigur Signar á Brúnni at enda í viðtali.