Knørrur hevur framvegis fulla úrtøku

8-mannafør: Aftur í dag vann Knørrur grannauppgerðina við Argjabátin

Tað er einki at ivast í, at tað verður Knørrur hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn, sum verður FM vinnari í kappingini millum 8-mannaførini. Á vestanstevnu í Sørvági vann Knørrur, og harvið hevur Knørrur undan ólavsøkuróðrinum fulla úrtøku. Aftur í dag var Argjabáturin næstfyrstur, og nú eru tað seks stig frá Knørri og aftur til Argjabátin.

 

Tá ið tað ikki eydnast at vinna FM, so er næsti setningur at vinna á ólavsøku. Soleiðis munnu teir nú hugsa umborð á Argjabátinum. Men skal støða takast í gongdini í Sørvági í dag, so eru vánirnar einki serligar hjá argjamonnum. Bæði Argjabáturin og Miðvingur royndu at bjóða av, og eina løtu var tað heilt javnt.

 

So tók Knørrur seg framum, og samstundis misti Miðvingur stevið. Á málinum var Knørrur meiri enn eina bátslongd undan Argjabátinum, meðan Miðvingur vann sera tætta kapping um bronsuplássið við Nevið Reyða.

 

-

 

1Knørrur (RK)04:44.33
2Argjabáturin (AR)04:47.30
3Miðvingur (MR)04:52.24
4Nevið Reyða (KRF)04:52.42

 

stavnur.fo

 

-

 

FM støðan

 

1Knørrur (RK)42
2Argjabáturin (AR)36
3Miðvingur (MR)28
4Nevið Reyða (KRF)22