Knotur eru í teimum gomlu

Veteranarnir hjá VÍF vunnu leygardagin 2. deild fyri aðru ferð á rað

Hondbóltur

Teir taka stuttliga til, at talan í veruleikanum er um lopfjølina til Atlantic Airways-kappingina. Mongu royndirnar, sum liðið hevur borga í øllum førum fyri dyggari uppvenjing hjá yngru spælarum - og kanska eisini onkrum av teimum eldru. Eitt nú hava Johnny Joensen og Áki Olsen báðir fingið grundvenjingina á sterka veteran-liðnum, áðrenn teir í vetur eru slopnir í part á besta liðnum hjá VÍF. Og sagt verður eisini, at liðið í Jóan Paula Høgnesen er í ferð við at menna enn ein spælara, sum teir vænta fer at gera nógv um seg í framtíðini.
Um árið í ár má ananrs siga, at úrslitini hava verið framúr hjá liðnum. Annað árið á rað komu teir gjøgnum kappingina uttan yvir høvur at tapa dyst. Eisini hóast teir roknaðu við harðari mótstøðu frá arvafíggindunum úr Kyndli. Seinni dysturin millum tey bæði liðini varð tó av ongum í ár. Hetta tí Kyndil ikki møtti til seinna dystin í Vestmanna.
Seinasta dystin hetta kappingarárið spældu vestmenningarnir altso leygardagin. Tann dysturin var móti StÍF, og vann VÍF hendan dystin ikki minni enn 46-18.