Knud Rasmussen tikið ein afturat undir Føroyum

Fyri eini viku síðani tók danska sjóverjuskipið, Knud Rasmussen, eitt skip fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum og í gjár varð ein tikin afturat. Í gjáramorgunin var manning av sjóverjuskipinum, Knud Rasmussen á eftirlitsvitjan umborð á norska línubátinum, Loran, sum var til fiskiskap sunnan fyri Munkagrunnin

Og har vórðu fleiri brek funnin.

Fyrsta brekið hevði sum so onki við fiskiskap at gera, tí tað var, at eitt trin í leytaranum til loðsin var í ólagi og leytarin leyk sostatt ikki krøvini frá skipaeftirlitinum, sigur Færøernes Kommando í tíðindaskrivi

Manningin kom tó umborð í øllum góðum og tá varnaðust teir, at veiðan í lastini varð ikki sundurskild, sum hon eigur at vera. Sostatt bar ikki til at telja veiðina og sostatt bar heldur ikki til at kanna eftir um hjáveiðiprosentið var hildið og tað verður mett sum alvorligt lógarbrot.

Tað endaði við, at skiparin fekk sektaruppskot upp á 105.000 krónur og tá ið skiparin hevði góðtikið tað og veitt trygd fyri pengunum, slapp hann aftur til fiskiskap.