Tað verður 39 ára gamli Harry Knudsen, ið avloysir Helga L. Petersen sum hjálparvenjara hjá NSÍ. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni.
Harry Knudsen hevur verið ungdómsvenjari hjá NSÍ og hevur UEFA B-venjaraprógvið, sum krevst fyri at verða í venjaratoyminum í bestu deildini, skrivar heimasíðan hjá felagnum. NSÍ megnaði í fjør at spæla seg út í Evropa til komandi kappingarár. Teir blivu nummar fýra.
Trygvi Mortensen er venjari í felagnum. Í fjør var Helgi L. Petersen hjálparvenjari, men hann ynskir ikki at halda fram sum hjálparvenjari í ár. Fyrsti dysturin hjá NSÍ er móti FC Suðuroy í Effo-deildini.