Barack Obama er best umtókti núlivandi amerkanski forsetin nakrantíð. Tað vísir ein nýggj amerikansk Gallup-kanning.
Heili 59 prosent av amerikanarum eru positivir um Obama, 36 prosent halda lítið um hann, og fýra prosent siga seg onga meining hava um fyrrverandi forsetan.
Tann ringast umtókti av núlivandi fyrrverandi amerikanskum forsetum er Joe Biden. 57 prosent halda lítið um forsetan, meðan 39 prosent halda av honum.
Onnur siga seg onga meining hava um Joe Biden.
Á øðrum plássi av umtóktum forsetum í USA - eftir Barack Obama - kemur George W. Bush. Her eru 52 prosent positiv, 34 prosent negativ og 14 prosent siga seg onga meining hava um hann.
Bill Clinton og Donald Trump deila fjórða plássið. 48 prosent av teimum spurdu eru positiv um fyrrverandi forsetarnar, 41 prosent eru negativ um Clinton, og 50 prosent eru negativ um Trump.
12 prosent hava onga meining um Clinton - og bert tvey prosent hava onga meining um Trump.