Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex, sum er mannaður av Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys, geva út staklag teirra "Sunday Evening in the Old Park", ið er ein umseting av føroyska klassikarinum hjá Simme, "Eitt sunnukvøld í Plantasjuni".
Hettar er ein cowboyslig nýtulkan, ið Birni Dam skrivaði í 1956.
Kóboykex hevur gjørt bæði eina enska og eina føroyska útgávu av lagnum, ið liggur á øllum stroymingartænastum.
Í sjónbandalagnum síggjast teir báðir Kóboykex í sínum sermerktu ljósabláum og -reyðum klæðum, ríða hvítar hestar, og síðani fara inn í eitt dansistað at syngja karaoke. Videolagið hevur Heiðrikur sjálvur leikstjórnað og klipt. Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur staðið fyri upptøkunum.
Videolagið sæst her:
##med2##
Fjøllistamannin Heiðrik kenna vit frá landaplágur sum “Change of Frame” og “Monster”. Eisini sangir sum "Kanska" og "Koyri heim" við bólki hansara Einangran.
Sigmund er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlands punk scenuni.
Heiðrik og Sigmund siga, at teir ætla at geva fleiri stakløg út áðrenn heildar útgávan Wagon Wheels kemur út í vár. Ætlanin er at gera videoløg til øll stakløgini.











