Allir fimm flokkarnir í grønlendska tjóðartinginum, Inatsisartut, hava í dag sent út eina felags yvirlýsing, har tað enn einaferð verður staðfest, at teir ikki vilja vera partur av USA.
Tað upplýsir grønlendski miðilin Sermitsiaq.
– Vit vilja ikki vera amerikanarar, vit vilja ikki vera danir, vit vilja vera grønlendingar, verðr sagt sabært Sermitsiaq.
Útsøgnin kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, so seint sum afut í dag hevur víst á ynskið um at eiga landið.
/Ritzau/










