Kokkalærlingur av Trøllanesi heiðursmerki á Food College

20 ára gamla, Anna Østerø, sum seinastu árini hevur verið í læru á Hotel Hafnia, fekk í vikuni heiðursmerki frá Food College í Ålborg fyri serstakt dugnasemi.

Tað var í 2009, at Anna Østerø av Trøllanesi byrjaði sum kokkalærlingur hjá Ruben Busk, høvuðskokki á Hotel Hafnia. Ástøðiliga partin av útbúgvingini hevur Anna tikið á Food College í Ålborg, og tað var júst her, at hon nú í vikuni fekk serstaka viðurkenning sum úrmælingur millum lærlingarnar.

Hetta hendi, tá hon fekk próvtalið 12 eftir nýggja próvtalsstiganum og harumframt heiðurstekin úr silvuri, ið er hægsta heiðurstekin, sum skúlin letur.

- Vit á Hotel Hafnia eru sera errin av Annu. Eg haldi, at hetta heiðursmerkið eisini vísir, at vit royna at fylgja við tíðini í sambandi við okkara matgerð og í sambandi við, hvussu starvsfólkini fáa møguleika at styrka síni skapandi evni.

Ruben Busk, høvuðskokkur, heldur, at heiðursmerkið vísir, at hotellið soleiðis hevur megnað at givið einum kokkalærlingi so mikið góða lærutíð, at hon í dag er komin í fremstu røð millum kokkalærlingar í ríkinum.

- Men sjálvsagt eigur Anna sjálv eisini heiðurin, tí hon hevur verið ein serstakliga dugnaligur lærlingur, sigur hann við Portalin.

Ruben Busk heldur, at hetta samstundis vísir, at vit í framtíðini kunnu vænta okkum nógv av føroyskum matkynstri.

Stjórin á Hotel Hafnia, Oddbjørg Højgaard, er eisini errin av dugnaliga lærlinginum.

- Eg vil fyrst og fremst ynskja Onnu hjartaliga tillukku við heiðrinum. Samstundis fegnist eg um, at okkara lærlingar fáa heiðurstekin fyri sítt dugnasemi, sigur ein fegin hotelstjóri.