Kokkulárakóóó.. Og mamma!

Á Tjóðpallinum kanst tú nú síggja Morgunfríða, abban og ommuna, Paula og Viggo og hini í stuttliga familjuleikinum Og mamma!

Nógv kenna bøkurnar Og mamma! og 1-1-2 Fuglafjørður eftir Elina á Rógvi, og nú eru báðar bøkurnar um tann ikki heilt vanliga hanan, Morgunfríða, gjørdar til leik! Og mamma!

 

ABBIN

 

Omma er farin í song, og hon er fúkandi ill við meg, tí tú hevur oyðilagt henni troyggjuna í vaskimaskinuni. So tú vekir hana IKKI!

 

 

 

MORGUNFRÍÐI

 

..hasin hundurin hjá tær er ikki ov klókur. Hann hevur ikki hønuvit og mamma.

 

##med2##

 

ABBIN

 

Er mamma tín eisini tollut?

 

##med3##

 

MORGUNFRÍÐI

 

Tað er ótrúligt, so ofta tú skalt tosa um mammu mína, kennir tú hana og mamma?

 

 

 

ABBIN

 

Nei, men tú sigur alla tíðina og mamma!

 

##med4##

 

MORGUNFRÍÐI

 

Tað geri eg yvirhøvur ikki. Og mamma. Men stuttligt at tú skuldi nevna hana akkurát nú og mamma, tí tað er kokkulárakó dagur í dag.

 

##med5##

 

Og mamma! er ein skemtiligur leikur við eini rúgvu av missskiljingum og fløkjum, ið Morgunfríði aloftast er atvoldin til.

 

Um tú ongantíð hevur sæð ein hana í reyðum smekkubuksum, so skalt tú biðja ommu ella abba ella onkran heilt annan keypa atgongumerki á tjodpallur.fo, og biðja tey koma við til sjónleik á Tjóðpallinum frá 26. Mai og mamma.

 

Beinleiðis leinkja til atgongumerkjasølu: https://www.tjodpallur.fo/keyp-atgongumerki,

 

Lesið meira um leikin á: www.tjodpallur.fo.