Koks hevur mist sínar Michelin-stjørnur

Tá Michelin-guidin fyri 2024 bleiv kunngjørd í dag, var føroyska matstovan KOKS ikki við á listanum. KOKS letur nevniliga aftur í eina tíð.

Soleiðis sá út í 2019, tá tey fingu tvær Michelin-stjørnur

Føroyska matstovan KOKS hevur ikki longur tvær Michelin-stjørnur. 

 

Tað er greitt, nú árligu Michelin-stjørnunar í dag vórðu latnar í Helsinki.

 

KOKS, sum síðan 2021 hevur hildið til í lítlu bygdini Ilimanaq í Grønlandi, hevur fyri kortum boðað frá, at matstovan fer at lata aftur í eina tíð, tá sesongin í Grønlandi er av í heyst.

 

Hetta er uttan iva orsøkin til, at tað ikki ber til at varðveita stjørnunar. Tí Michelin kann jú ikki mæla fólki til at fara at eta á matstovum, sum ikki eru til.

 

Tá Noma lat aftur í 2017 hendi tað sama – tey mistu stjørnunar, men so fingu tey stjørnurnar aftur, enntá tvær í senn, tá tey høvdu latið uppaftur í 2018.

 

– Ring tíðini, men eg eri stoltur

 

Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, harmast um tíðindini og sigur soleiðis í skrivligari fráboðan á Facebook-síðuni hjá KOKS:

 

– Hetta eru sanniliga ring tíðindi, men eg eri nakað so stoltur av okkara ferð og tí framúrskarandi arbeiði, vit hava gjørt saman. 

 

– Av tí at vit steingja, er tað passandi, at guidin ikki tekur eina matstovu við, sum nærkast sínum enda. Hetta ger tó ikki stoltleikan minni fyri tað, eg føli, at vit hava megnað. Nú vit fara í holt við tað síðsta kapittlið hjá KOKS her í Grønlandi, fara vit at venda skuffilsinum til nakað gott og gera hesa sesonginia heilt serliga.

 

– Hjartaliga tillukku til allar tær nýggju Michelin-stjørnurnar og matstovurnar, sum hava varðveitt sínar stjørnur. Tit inspirera okkum øll, sigur Poul Andrias Ziska.

 

Áðrenn matstovan letur aftur, verður ein støkk-upp KOKS-matstova latin upp í Tivoli í Keypmannahavn í oktober, har borðreitt verður við grønlendsku matskránni.

 

Eftir ætlan letur KOKS upp aftur í fyrsta lagi í 2026, tá eigararnir hava funnið eitt stað at hava matstovuna fast. Roynt hevur verið at fingið ein fastan og passandi bústað í Føroyum, men tað hevur ikki eydnast.

 

KOKS fekk annars sínar tvær Michelin-stjørnur í 2019.

 

##med2##

 

Her er eitt yvirlit av Michelin-stjørnunum til matstovurnar í Danmark:

 

Matstovur við trimum stjørnum

 

Noma, København

 

Geranium, København

 

Jordnær, København

 

Matstovur við tveimum stjørnum

 

Frederikshøj, Aarhus

 

Henne Kirkeby Kro, Henne

 

Koan, København

 

AOC, København

 

Kong Hans Kælder, København

 

Kadeau, København

 

Alchemist, København

 

Matstovur við einari stjørnu

 

Domæne, Herning

 

Villa Vest, Lønstrup

 

Tri, Agger

 

Substans, Aarhus

 

Domestic, Aarhus

 

Gastromé, Aarhus

 

Ti Trin Ned, Fredericia

 

Lyst, Vejle

 

Syttende, Sønderborg

 

ARO, Odense

 

Marchal, København

 

Alouette, København

 

Jatak, København

 

Formel B, København

 

The Samuel, København

 

Søllerød Kro, København

 

MOTA, Nykøbing Sjælland

 

Frederiksminde, Præstø

 

Dragsholm Slot

 

Kadeau Bornholm, Åkirkeby

 

Restaurant Aure, København 

 

Soleiðis sá út í 2019, tá tey fingu tvær Michelin-stjørnur

KOKS í Ilimanaq í Grønlandi (Mynd: KOKS á Facebook).