- Roks er ein avslappað matstova við denti á føroyskar rávørur av hægstu góðsku. Matskráin hevur fimm rættir við møguleika fyri at keypa ymsar ískoytisrættir, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur í roks.
Yndisvín frá KOKS
Umframt vanligu matstovuna verður eitt serligt roks vínborð, ið er eitt øki, har gestir kunnu detta inn á gólvið og njóta eitt glas av víni og lekkrar munnbitar. Karin Visth hevur sett saman vínlistan við yndisvínunum frá seinastu nógvu árunum á KOKS.
- Umframt vínlistan verða eisini útvaldar fløskur úr vínkjallaranum á skránni, og hesar skifta dag fyri dag. Eisini fæst serliga KOKS-ølið, roks Kokkteylar og heimagjørdir, alkoholfríir leskidrykkir og okkara egna Kombucha, sigur Karin Visth, víntænari í roks.
##med2##
Ostur & vín
Hóast roks hevur lænt hølini hjá Fútastovu í eina tíð, verður væl umtókta Ostur & vín aftur á skránni hvønn fríggjadag kl. 16-18.
Roks letur upp hósdagin 21. mai og er opin mikudag til leygardag til 27. juni 2020.