– Vit skuldu lata upp aftur 15. mars, men 12. mars var mest sum alt landið lagt lamið av koronu. Alt broyttist, og vit máttu hugsa av nýggjum, sigur Poul Andrias Ziska.
Í nakrar mánaðir hevur Koks havt eina minni matstovu í Havn, sum var kallað Roks.
– Roks var ein roynd hjá okkum. Vit høvdu eina minni og bíligari matskrá, og tað gekk væl. Tað hevur verið mest sum fult av bíleggingum allatíðina, sigur Poul Andrias Ziska.
Roks stongdi 27. juni, og síðani hava starvsfólkini í Koks gjørt klárt til at lata heimskendu matstovuna upp aftur. Og høvuðskokkurin hevur góðar vónir, nú matstovan við teimum tveimum michelinstjørnunum umframt einari grønari stjørnu letur upp aftur.
– Nú lata vit upp aftur, og næstu tveir mánaðirnar er mest sum alt bílagt, sigur Poul Andrias Ziska.
Tað eru mest útlendskir gestir, sum hava bílagt á Koks.
– Talan er serliga gestir úr Danmark og Norðurlondunum annars, ið hava bílagt. Vit hava skrivað út til teirra, og tey siga seg ætla at koma. Onkur er tó úr Svøríki, og vit vita, at sum nú er ber ikki til at koma út Svøríki, men tey hava ikki avlýst og vóna enn at sleppa at koma á Koks, sigur hann.
Nakrir føroyskir gestir eru eisini, og nøkur standa á bíðilista.
Pláss eru fyri 26 gestum hvørja ferð, og ætlandi hevur Koks opið til mánaðarskiftið november-desember.
Í mun til í fjør, verður tó ikki opið eins nógv í ár.
– Vit hava í fyrsta umfari valt at hava opið fýra dagar um vikuna. Í fjør var opið seks dagar um vikuna. Hetta er serliga tí at tað passar ikki eins væl í hjá pørtum av okkara starvsfólkum, sum eisini koma úr útlandinum. Vit mugu síggja, hvussu tað verður við bílegginum, um vit fara at hava opið fleiri dagar um vikuna, sigur Poul Andrias Ziska.