Kollafjørður - Heimbygdin

1. Eg leggi norður um Hvítanes

úr hørðum streymi um strong og íðu.

Ein lítil runi um Stórufles

og lítið fleyr norði Undir Síðu.

Men Kollafjørður í blikalogn,

tað kenst, sum fevnir hann sína ogn.

 

1. Eg leggi norður um Hvítanes

úr hørðum streymi um strong og íðu.

Ein lítil runi um Stórufles

og lítið fleyr norði Undir Síðu.

Men Kollafjørður í blikalogn,

tað kenst, sum fevnir hann sína ogn.


2. Av Hólmasandi suður í Bø,

frá Ósabakka til Rættarleiti,

hvørt neyst, hvør dráttur og hvør ein støð,

og á hvønn teig eg mítt eyga beiti,

her minni vakna um farna tíð,

um góðar løtur, um strev og stríð.


3. Eg elski hátt mína fosturjørð,

um ei hvørt stig var so lættligt vunnið.

á veg til heimið við henda fjørð

eg seti kós móti Gyðjubrunni,

eitt bil eg hvíla vil míni bein

á gomlu støðni við Krákustein.


4. Og minnast á onnur heystarkvøld

við søtum anga av slignum grasi,

við klárum himni og stjørnufjøld,

ið fjørdu ungfólk við spæl og fjasi.

Tá mánin breiddi eitt silvurband

av Gerðisheyggi á Kálvasand.


5. Eg minnist eisini rætt og væl,

tá ódnarveður á vetrardøgum

læt stormin duna úr fjall í dal

við glaðustroki frá strond og støðum,

læt hvirlur leika ein rangan leik

og lyfta Bláfoss sum ljóðar? royk.


6. Jú, hvør ein árstíð, við hvønn sín dám,

her minni vakti og streingir rørdi,

og vársins sól gjørdist aldri kám,

men sál og sinni í hæddir førdi,

tá hon sást ferðast um kamb og Stall

og náddi frí yvir Skælingsfjall.


7. So væl eg samdist við vársins lag,

tá grasið grønkaði Fríðu Fløtu,

tá sólin stimbraði fólk og fæ

og týndi kavan úr Hórisgøtu,

hon nørdi logan til lívsins bál

og framdi gróður úr rót og nál.


8. Hásummardagur Frammi í Dal,

tá gras og blómur nú hagan prýddu,

har fólk í torvi í hópatal

á fuglaljómin so fegin lýddu.

Og smálomb spældu við móður lið,

tað gav í sinnið ein sælan frið.


9. Eg reisist, hvíld eru míni bein,

nú mjørkin oman á Enni sígur,

mjúkt flóðin fløðir um Krákustein,

og ferðafuglur í sunnan flýgur,

bjart mánin lýsir á kamb og skørð,

so fjálgt her kenst um tann heila fjørð,

- so fjálgt her kennist við Kollafjørð.


Kristian Djurhuus