Kollfirðingar hjálpa havnarmonnum

Talv: Nú bert trý umfør eru eftir í liðkappingina verður tað sera torført hjá klaksvíkingum at taka Havnina aftur. Heili trý stig eru á muni. Í botninum berjast nú fýra lið undan niðurflyting.

Toppliðið úr Havn fekk hetta vikuskifti vitjan av hvalvíkingum. Úrslitið varð 3-1 til Havnarmenn, og viðførdi at hvalvíkingar nú eru komnir í tann heldur tungara endan.

Á fyrsta borði átti Martin Brekká úr Hvalvík at vunnið móti Carl Eli N. Samuelsen, men talvið sum vardi fimm tímar endaði javnt. Martin við tí hvíta fólkinum kundi einar tvær-tríggjar ferðir gjørt enda á Carl Eli, men hesin snúði sær undan hvørja ferð.

Haldur S. Johansen úr Havn leyp sum eitt skot í krovið á Finnbirni Zachariassen, men Finnbjørn fekk sissa Haldur- og talvið niður á eitt støði har bert talan kundi verða um javnleik. Haldur trýsti alt talvið, men Finnbjørn vardi seg hegnisliga.

Á triðja borði fekk Sámal Christiansen úr Hvalvík ikki steðga sigursrøðini hjá Herlufi Hansen. Herluf vann eitt spennandi talv, sum í roynd og veru kundi fara báðar vegir. Men Sámal kom í svára tíðarneyð og tað gjørdi Herluf sær dælt av.

Á fjórða borði vann Martin Poulsen úr Havn eftir bert níggju leikir móti Bergi Magnussen. Bergur telvaði sera ósikkurt og varð í níggjunda leiki mátaður. Bergur hevði ivaleyst tapt talvið hóast alt, tí hann hevði bert seks minuttir eftir til at leika 32 leikir! Talvið er við í blaðnum.


Torbjørn við aftur

Kollfirðingar fingu heiðurligt úrslit heim við aftur úr Klaksvíkini; úrslitið varð 2,5-1,5 til klaksvíkingar. Torbjørn Thomsen varð fyri fyrsti ferð hetta kappingarárið at síggja á kollfarðaliðnum, og tað skuldi vísa seg at vera sannur styrkur.

Torbjørn og Rani Nolsøe leiktu javnleik á fyrsta borði. Talvið varð sera rótut, og í miðspælinum gjørdi Rani eitt mistak og misti tvær finnir, men Torbjørn hevði hinvegin ikki góða finnustøðu, og harumframt høvdu teir ólíkalittir bispar. Teir samdust tí um javnleik.

Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði vann sera óvæntað við svarta fólkinum móti Ólavi Simonsen. Ólavur offraði kvalitet í byrjani, fekk opnað kongastøðuna hjá Hans Kristiani, men fekk so heldur ikki meir. Hans Kristian fekk avviklað støðuna til eitt vunnið endatalv. Hans Kristian hevur fingið heilt nógv stig í ár, og at vinna móti Ólavi er helst tað besta úrslitið hjá honum nakrantíð.

Á triðja borði kom Steintór aftur á sigursgongd við at vinna móti Karl Louis Johannesen. Steintór fekk finnu meir og vann trygt.

Tummas M. Anthoniussen úr Klaksvík fekk somuleiðis finnu meir móti Ronny í Lon og vann trygt.

Úrslitið kom ikki væl við hjá klaksvíkingum, tí neyðugt er nú hjá teimum at vinna allar dystirnar stórt og ein tepur sigur móti kollfirðingum hjálpir ikki stórvegis.


Sandavágsmenn úr botninum

Vegna sjúku kundi Torkil Nielsen ikki vera við í botndystinum móti toftamonnum, men hinir úr Sandavági kláraði uppgávuna til fulnar. Úrslitið varð 2,5-1,5 til sandavágsmenn.

Tá Torkil ikki varð við, so mátti Bernhard Augustinussen ta tungu og avbjóðandi leið upp til fyrsta borð, men hann gjørdi ikki mætari enn at vinna móti fleirfaldaða føroyameistaranum Jens Kristiani Hansen. Báðir komu í tíðarneyð og Jens Kristian sum hevði vunna støðu, gjødi avgerandi feil og mátti lúta.

Á øðrum borði leikti veteranarnir Gutti Petersen úr Sandavági og Helgi Joensen javnleik. Eingin ivi varð um úrslitið tí støðan var sera innilæst.

Heri Christoffersen úr Sandavági og Wenzel Højgaard leiktu eitt spennandi talv, har Wenzel hevði bestu kort. Teir samdust um javnleik tá Heri hevði ein rók eftir og Wenzel tríggjar finnir.

Á fjórða borði átti Dánjal Haraldsen helst at vunnið, men Jústines Hansen úr Toftum sveik ei heldur hesa ferð. Jústines hevur altíð verið drúgvur og fekk tí hálað hálvt stig heim.

Við úrslitinum komu teir úr Sandavági hálvt stig framum toftamenn og kollfirðingar.


Støðan í 1. deild

Havnin 22

Klaksvík 19

Hvalvík 12,5

Sandavág 10,5

Toftir 10

Kollafj. 10


Sum tað sæst á stigatalvini so kunnu hvalvíkingar ikki kenna seg heilt tryggir enn. Men kenna vit teir rætt, so fara teir nokk ongan veg niður í aðru deild, tað eru teir ov sterkir til. Hvør tað verður sum fer tungu leið niður í aðru deild er ógjørligt at gita sær til.


2. deild og 3. deild

Í aðru deild varð bert tann eini dysturin hetta vikuskifti. Runavíkingar tóku móti Havnini 3, og úrslitið varð 3-1 til heimaliðið, og við hesum úrslitið eru runavíkingar ikki langt frá toppliðnum úr Vestmanna.

Vestmenningar høvdu fríumfar hetta vikuskifti og dysturin millum Klaksvík og Havnina 2 varð útsettur vegna veður.

Í triðju deild vann Havnin 4 dystin móti Róki 3-1, og eru framvegis tryggir á odda í deildini.

Unglingarnir telvaðu ikki í vikuskiftinum.


Flóvin á ferð

Flóvin Tór Næs endaði við 5,5 stigum av 10 møguligum í stórari kapping í Spania. Síðsta umfar varð telvað sunnudagin og tá fekk hann ein góðan javnleik móti IM Salmennsu úr Finnlandi. Umfarið áðrenn tað vann hann móti sterkum dana, ið nevnist Kim Pilggard, so Flóvin fekk tí sera góð úrslit móti endanum í kappingini. Hann endaði sum nummar 30-54 av 107 luttakarum og tað varð væl omanfyri seedingina hjá honum. Sjálvur sigur Flóvin at hann er nøgdur við avrikið hjá sær.

Flóvin er boðin við til eina vikuskiftiskvikkapping longur suðuri í Spania, og eftir hana fer hann Danmarkar har hann er boðin við til eina lukkaða IM-kapping við tíggju luttakarum. Kappingin er í døgunum 12. februar til 20. februar í Dianelund. Á DSU heimasíðuni verður møguligt at fylgja við hvussu leikur fer.


Kappingar uttanlanda

Sera sterka kappingin Wijk aan Zee endaði sunnudagin, og ikki óvæntað vann Garry Kasparov við 9,5 stigum av 13 møguligum. Á deildum øðrum plássi komu kempurnar Anand, Kramnik og Leko við átta stigum. Kasparov tapti einki talv, og sjálvt um javnleikur varð nóg mikið í síðsta umfarinum móti Judit Polgar fyri at vinna kappingina, so vildi hann vinna og tað hann gjørdi. Predrag Nikolic sum var og vandi føroysku telvararnar fyri nøkrum árum síðani, endaði sum nummar níggju við seks stigum.

Heini Olsen og John A. Nilssen luttaka í løtuni í Keypmannahavnarmeistaraskapinum. Teir hava báðir fýra stig eftir seks umførum og liggja á deildum øðrum plássi. Teir eru í lukkaða bólkinum við tíggju luttakarum. Teir hava telvað væl, og talvið sum John Arni vann í fyrsta umfari er við í blaðnum í dag.

Ikki óvæntað telvaðu teir báðir javnleik móti hvørjum øðrum, teir hava nevnliga altíð leikt javnleik móti hvørjum øðrum.

Í opna bólkinum luttaka Eyðun Nolsøe og Heini Danielsen. Eftir seks umførum liggja Heini D. og Eyðun væl fyri og hava ávíkavist 5 og 4,5 stig.