Kollfirðingur fekk gjøgnumbrot


 

Eingin ivi um at úrslitið hjá kollfirðinginum Hans Kristian Simonsen í HM fyri 18 ár og yngri í Spania var hansara gjøgnumbrot til føroysku talvelituna. Hans Kristian legði heldur varliga út við hálvum stigi eftir fyrstu trý talvini, men síðani kom vend í, og loksins fekk hann ognað sær hálvtsætta stig av ellivu møguligum, tað vil siga 50% skoru.

Miðalmótstøðan hjá Hans Kristiani - tá hugt verður eftir styrkistølunum ? var 2234, og tískil er talan um eitt megnarúrslit. Hans Kristian, sum var styrkismettur sum nummar 79 av teimum 83 telvarunum, fekk eitt deilt 38. pláss og helst eini 100 ratingstig heim við sær aftur.

Helst hevur sigurin á Kasparov í simultantelvingini í Klaksvík eggjað Hans Kristiani at røkkað størri málum.

Vert at nevna er, at fremsti danin í hesum aldursbólki, Christian K. Petersen fekk somuleiðis hálvtsætta stig. Vinnari bleiv russin GM Dmitri Iakovenko við níggju stigum.

Klaksvíkingurin Ólavur Simonsen hevði ikki eins gott úrslit sum Hans Kristian, tá hann í Íslandi royndi seg í sterkari kapping, nevnd Johan Thorir Jonsso Memorial. Ólavur var styrkismettur nummar 32 í røðini av 42 luttakarum, men endaði á einum 33. plássi við fýra stigum av tíggju møguligum. Ivan Sokolov og Peter Heine Nielsen vunnu við hálvumáttanda stigi hvør, meðan Jan Timman og Hannes H. Stefansson blivu næstir í røðini.

Ólavur er helst sjálvur ónøgdur við úrslit sítt, sum má lata eini fimtan ratingstig liggja eftir í Reykjavík. Men har vóru glottar, glottar so almikir at sjálvt danski stórmeistarin Lars Schandorff hevði eitt talv hjá Ólavi í talvspaltuni hann skrivar í Berlingske Tidende. Av øllum talvum Lars kundi velja úr kappingini, valdi hann eitt framúrskarandi álopstalv hjá Ólavi í áttanda umfari, har Ólavur vann eftir at hava offrað heili tveir rókar. GM Lars Schandorff metur Ólavur sum "en frisk angrebsspiller".