Níggju umfør eru leikt, og hevur Hans Kristian hálvtfimta stig, sum er væl omanfyi væntaðu skoruna. Hans Kristian er nevnliga styrkismettur sum nummar 79 av 83 luttakarum, og hevur bert møtt nógv sterkari mótstøðu. Allir mótstøðumennirnir hava havt millum 2100-2350 í rating, og tískil er úrslitið hjá Hans Kristian óvanliga gott.
Tvey umfør resta í og ungi kollfirðingurin liggur í løtuni á einum sera flottum deildum 34. plássi, saman við eitt nú besta danska umboðinum undir 18 ár, Christian K. Petersen. Nógvir stórmeistarar og altjóða meistarar eru millum hesar ungu telvarar, og megnar Hans Kristian at vinna sítt talv í tíggjunda umfari ímóti sterkum spániumanni (2275 rating), møtir han møguligum einum tittul-telvara í seinasta umfarinum.
Tá Hans Kristian kemur heim úr Suðurevropa, fær hann ivaleyst úr at gera á 1. borði hjá kollfirðingum. Leysasøgur siga at Hans Kristian møguliga ætlar sær at telva við vestmenningum, men neyvan er hald í søguni.