KÍF hevur møguleikan at vinna FM-heitið í manshondbólti annað árið á rað. Hetta gera teir, um teir vinna dystin móti VÍF í dag. Fyrsta finalan endaði við javnleiki, og tí fer FM-heitið til tann partin, sum vinnur dystin í dag. Stendur tað aftur í dag á jøvnum, verður talan um ein triða finaludyst.
Dysturin í Kollafirði byrjar klokkan 19, men longu klokkan 15 byrjar upphitingin hjá KÍF-fjepparunum.
Upphitingin gongur fyri seg á Café Chill, har andlitsmáling, søla av fjepparatilhoyri og annars gott lag verður á skránni, áðrenn áskoðararnir leggja leiðina yvir í Høllina, har dysturin altso byrjar klokkan 19.