Liðkappingin í talvi líður nú móti endanum, og bert eitt umfar er eftir, áðrenn føroyameistari verður kosin. Og sum støðan er nú, liggur Kollafjørður best fyri at taka FM-heitið. Kollfirðingar hava 25 stig, tvey fleiri enn Havnin á øðrum plássi. Síðani eru tvey stig afturat niður til Klaksvík 1, sum hevur ein teoretiskan møguleika fyri at koma upp á sama stigatal sum oddaliðið. Men tað krevur so, at klaksvíkingar vinna øll fýra talvini móti júst kollfirðingum, sum teir telva ímóti komandi leygardag. Tað frættist, at Rani Nolsøe, sum hevur verið sera stinnur á 1. borði hjá klaksvíkingum, ikki fær verið við leygardagin, og tað má so metast at vera ein smeitur fyri bæði klaksvíkingar og ikki minst havnarmenn, sum vóna, at Klaksvík 1 kann taka stig frá kollfirðingum. Hinvegin frættist eisini, at teir báðir útlendsku telvararnir hjá kollfirðingum, sviin Tiger H. Persson og danin Steffen Pedersen, heldur ikki fáa verið við leygardagin, og um so er, viknar liðið hjá Kollafirði nógv.
Í seinasta umfari, sum varð telvað næstseinasta vikuskifti, var toppdystur millum Kollafjørð og Havnina. Dysturin endaði javnur 2-2, og sostatt megnaðu havnarmenn ikki at minka um munin upp til kollfirðingar áðrenn seinasta og avgerandi umfar. Leygardagin telvar Havnin móti Streymi, sum liggur trygt á fjórða plássi uttan møguleika fyri at gerast føroyameistari, men eisini uttan fyri niðurflytingarvanda.
Triði dysturin leygardagin er so botndysturin millum Klaksvík 2 og Vestmanna. Vestmenningar fingu ein rættiliga avsmurning seinast móti Klaksvík 1, meðan Klaksvík 2 fekk hálvtannað stig frá Streymi. Sostatt skulu vestmenningar vinna í minsta lagi 3-1 fyri at sleppa undan niðurflyting.
Toftamenn best
fyri í 2. deild
Eisini í 2. deild er spenningur áðrenn seinasta umfarið. Tofta Talvfelag liggur fremst við 251/2 stigum, bert hálvtannað meir enn Kollafjørður 1, sum hevur 24. Og Havnin 2 hevur 23 stig, so her eru trý lið, sum stríðast um at flyta upp í 1. deild. Toftamenn, sum í løtuni hava júst sama lið sum fyri 15-20 árum síðani (Jens Christian Hansen, Helgi Joensen, Wensil Højgaard og Jústines Hansen), liggja tó best fyri og flyta væntandi upp.
Í 3. deild verður finala millum Sandavág og Havnina um uppflyting til 2. deild. Fyrra finalan endaði við javnleiki, so her kann alt henda.
Seinasta umfarið verður í ár spælt í B68-húsinum á Toftum. Hetta við, at allir dystirnir í seinasta umfari verða spældir á einum stað, hevur verið roynt í nøkur ár nú og hevur riggað væl. Hetta er eitt gott høvi hjá telvarunum at heilsa upp á hvønn annan og takka fyri kappingarárið. Steyp o.a. verða eisini handað her, og tá er lættast at hava øll liðini á einum stað.