Klaksvík:
Mikudagin lat ein nýggjur skógvahandil upp í Klaksvík. Pattino eitur hann, og eigararnir eru Hans Petur og Poula Ellingsgaard.
Tey bæði hava drúgvar royndir innan handilslívið. Tey hava havt kiosk Vár í Saltangará í 20 ár, og fyri trimum árum síðani lótu tey upp kiosk Vár í Klaksvík. Og mikudagin lat so Pattino upp.
Poula sigur, at hon hevur hugsað um at latið upp ein skógvahandil í fleiri ár, men hon hevur ongantíð gjørt nakað veruligt við tað.
Men so var tað, at ein skógvahandil í Klaksvík lat aftur, og Poula keypti so innbúgvið úr tí handlinum og lat sín egna upp í snotiligu hølunum aftan fyri kioskina.
Framman undan var bert tann eini skógvahandilin í Klaksvík, so sigast kann, at Poula hevur valt ta røttu tíðina at lata nýggjan handil upp.
Hon sigur, at hon varð heilt bilsin av nógvu undirtøkuni, sum handilin fekk fyrsta dagin.
? Her vóru so nógv fólk allan dagin, og vit seldu eisini heilt fitt. Eg var næstan skelkað, og nú vænti eg ikki, at tað koma fleiri restina av hesum mánaðinum, sigur hon flennandi.
Fjaldur handil
Pattino liggur sum sagt í bakhølunum í kiosk Vár. Onkur hevur ført fram, at handilin liggur so fjaldur av tí sama. Men hesum er Poula als ikki samd í.
? Tað kemur eitt skelti á veggin framman fyri, og so er handilin ikki meira fjaldur enn til dømis Total, sigur hon.
Total er ein mótahandil, sum liggur á aðru hædd í sama bygningi. Ein klædnahandil og skógvahandil í sama bygningi kann bara vera gott, sambært Poulu.
Poula heldur, at tað man fara at ganga fínt við teimum báðum skógvahandlunum, sum nú eru í býnum.
? Vit koma ikki at selja tað sama. Eitt nú ætli eg mær ikki at selja barnaskógvar, greiðir hon frá.
Tey fara heldur at leggja seg eftir at selja skógvar, taskur og annað viðhoyr til vaksin fólk. Poula fer sjálv at reka handilin, men dóttirin, Oda, fer eisini at geva eina hjálpandi hond.