Á ólavsøkuframsýningini hjá Føroya Ellisakførum, sum er í framsýningarhøllini hjá P/F Wenzel í Havn, ber til at síggja tann fyrsta bilin, sum kom til Føroya. Ella næstan?
Tann fyrsti bilurin í Føroyum, sum kom til landið við DFDS-skipinum "Island" hin 6. mai í 1922, er tíverri burtur. Men Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum hevur ein sama slag bil, ein Ford TT frá 1922. Hetta er fyrstu ferð, at hesin bilurin verður at síggja á ólavsøkuframsýninginin hjá Føroya Ellisakførum, sum letur upp leygardagin 26. juli kl 15. Framsýningin er opin leygardagin, sunnudagin og báðar ólavsøkudagarnar frá 15-20.
Í síðsta mánaði vórðu liðin 100 ár síðani, at Ford verksmiðjan varð stovnað. Tí verður dentur lagdur á Ford á ólavsøkuframsýningini. Har ber m. a. til at síggja tveir Ford T, tann fyrr nevnda, sum var hin fyrsti í Føroyum, og ein eldri Ford T persónbil frá 1915 ? hann er átøkur bilinum hjá Bedstemor And, sum vit kenna so væl.
Síðani eru tríggir Ford A frá umleið 1930. Tveir teirra í allar fínasta standi, ein luxusbilur, Ford T Coupé við "svigermor"-setri aftanfyri, og ein Ford T persónbilur við tveimum hurðum. Eisini verður ein Ford T frá 1930 við fýra hurðum, sum ikki er settur í stand, at síggja. Her ber til at síggja ein bil ? ella tað, ið eftir er av bilinum, sum einaferð verður eitt vakurt ellisakfar. Hendan bilin hevði Finnur Johansen við sær úr Danmark fyri fleiri enn fjøruti árum síðani. Hann hevur ikki koyrt seinastu 30 árini, men hevur verið væl varðveittur.
Av "nýggjaru" Fordbilum kunnu nevnast Ford Anglia, Ford Capri og Ford 20 M, sum vóru vanligir í seksti og sjeytiárunum. Eisini verður høvi at síggja ein spildur nýggjan StreetKa ? tað er ein sera snøggur Ford Ka Cabriolet sportvognur.
Aðrir bilar verða eisini at síggja, eitt nú gamlir brandbilar, m. a. 70 ára gamli Triangelbrandbilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði, ið er settur í upprunastand. Hann er sera sjáldsamur og ógvuliga hegnisliga umvældur av sløkkiliðsmonnunum.
Av øðrum bilum kunnu nevnast ein Austin Seven hjá Derek Brockie, sum verður settur í stand, tveir Mercedes Benz, annar frá 1961 og hin frá 1966, Volvo 144 frá 1971, Volvo Amazon frá sekstiárunum og Fólkavognar frá fyrst í sjeytiárunum. Eisini verður onkur Opel Kadett og Opel Rekord, ein MGA, tveir Triumph Spitfire og ein Opel Blitz lastvognur frá fimmtiárunum. Afturat hesum verður ein Ferrari frá 1982 eisini at síggja.
Ellisakfør eru ikki bara bilar ? motorsúkklurnar eru helst fleiri í tali. Út við 30 motorsúkklur og knallertir verða at síggja. Har verða fleiri BSA, eitt nú onkrar, ið keyptar vórðu frá eingilskmonnunum aftan á kríggið, har verða nakrar Triumph, Harley Davidson frá 1962, Nimbus frá 46 og 52, ein Sunbeam og nakrar nýggjari súkklur so sum Yamaha, Kawasaki og so nakrar knallertir so sum Puck Maxi, Kreitler, Tempolet o. s. fr.
Hóast tað hevur verið siður at Føroya Ellisakfør sýna fram akførini á ólavsøku, so eru nøkur ár síðani, at framsýning var seinast, og tí eru nógv "nýggj" ellisakfør at síggja hesaferð. Saman við atgongumerkinum fæst eisini blaðið hjá Føroya Ellisakførum, sum nú eitur "Hjólið", sum hesaferð er givið út í sambandi við framsýningina.
Umframt ellisakførini verður stór myndaframsýning í sýnir ferðslu og akfør í gomlum døgum, til ber at keypa sær okkurt til matna og okkurt leskandi í sølubúð, og til ber eisini at bjóða upp á onkur av ellisakførunum, sum verða lýst til sølu.
Føroya Ellisakfør hevur 130 limir, og endamál felagsins er at skapa umstøður og karmar til at varðveita gomlu akførini í uppruna standi. Síðani felagið varð stovnað eru nógv akfør fingin til vega, og lógir og reglugerðir eru broyttar soleiðis, at t. d. einki avgjald er á innfluttum akførum, sum eru eldri enn 25 ár. Fyrimunarlig avtala er eisini við Tryggingarfelagið Føroyar um trygging, og ellisafør rinda ikki vegskatt.
Eitt av endamálunum við hesi framsýning er at savna pening til verkætlanina at seta gamla vatnbrunnin undir Gráasteini í Havn í stand til eitt tekniskt savn. Atgongumerkið kostar 50 krónur, og børn sleppa ókeypis inn saman við vaksnum.