Kom og spæl á Margarinfabrikkini

Eitt ókent stað fyri fjøldina, men lívsnervin hjá børnum og mammum, sum ikki hava ansingarpláss.
- Tað er so deiligt at koma út og tosað annað enn babymál, sigur Lisbeth Sólsker, sum er í Spælistovuni í Margarinfabrikkini við dóttur síni.

Spælistovan í Margarinfabrikkini er opin tríggjar dagar í vikuni. Fyrr húsaðist Spælistovan í Meinigheitshúsinum, men fyri fýra árum síðani flutti virksemi oman í Margarinfabrikkina í Tórsgøtu.

Einar fýra til tíggju mammur møta hvønn mánadag, týsdag og hósdag í Spælistovuni. Børnini spæla á stóra gólvinum við alskyns leikum, og mammurnar fáa sær ein drekkamunn saman við leiðaranum Jónvør Jacobsen og vaskikonuni Shirley Jespersen.

Fyri 20 krónur um dagin fáa mammur og børn kaffi, te, franskbreyð og frukt.

- Tær flestu mammur, sum koma her, ganga og bíða eftir at fáa ansingarpláss til børnini, sigur Jónvør Jacobsen.

Tað er eitt sindur tómligt í Spælistovuni í august og januar, men sum frálíður koma fleiri børn og mammur á vitjan.

Børnini eru úr níggju mánaðum til eini trý ár. Leikurnar eru tí tillagaðar teimum ymisku aldursbólkunum.

Frá klokkan 9 um morgunin til 11.30 spæla og hugna mammurnar og børnini sær. Allar mammur eru á einum máli um, at hetta tilboðið er sera gott og stimbrandi fyri børnini, sum hava gott av at koma út.