Íslendingar hava seinastu árini veruliga mannað seg upp. Fleiri sterkar altjóða kappingar um árið, eins og telvingin ? eftir nøkur ár í dvala ? er aftur vorðin meira útbreidd á oyggjuni.
Sunnudagin varð tað greitt, at favoritturin Garry Kasparov vann sterku kvikkappingina, ið kallaðist Reykjavik Rapid 2004. Í finaluni ímóti Nigel Short vann hann við siffrunum 1,5 ? 0,5. Talan var um eina knock-out kapping, við tveimum talvum í hvørjari uppgerð. 16 telvarar luttóku.
Dygg mótstøða
Mæti telvarin hevði tó ikki lætt spæl. Í fyrsta umfarinum skuldi Kasparov hitta 13 ára gamla Magnus Carlsen úr Norra. Magnus er longu altjóða meistari, og manglar einans ein stórmeistaranorm, fyri at kalla seg stórmeistara!
Magnus hevði vinnandi fyrimun í fyrra talvinum, men Kasparov vildi ikki gevast so, og stríddi seg til ein javnleik. Talvið er við í blaðnum. Í seinna talvinum var Kasparov eiðasørur við hvíta fólkinum, og knústi Magnus í miðspælinum. Tó eitt ótrúliga gott úrslit hjá Magnus, sum verður spáddur eina framtíð í absoluttu heimselituni. Tannáringurin hevur longu væl yvir 2500 í rating.
Í fjórðingsfinaluni vann Kasparov trygt 1,5 - 0,5 móti hollendsku legenduni Jan Timman. Danin Peter Heine Nielsen gav Kasparov harða mótstøðu í hálvfinaluni. Bæði kviktalvini talvini endaðu við javnleiki, men í snartalvsumdystinum leikti danin skeivt í byrjanarspælinum, sum Kasparov við brestin revsaði.
Finalan fekk mong at minnast aftur á HM-dystin í London í 1993 millum Kasparov og Short, tá fyrrnevndi ruddiliga vann HM-heitið. Í Reykjavík broyttist einki; Kasparov vann 1,5 ? 0,5.
FM 2004 á Toftum
Føroyameistaraskapurin nærkast í hvørjum. Í skrivandi løtu hava yvir 30 telvarar boðað frá luttøku, harav serliga nógvir unglingar. Væntandi fer luttakaratalið eitt gott petti yvirum 50.
Enn er ov tíðliga at meta um kjansirnir hjá einstøkum, tá tekningarfreistin ikki er úti. Greitt er, at John Arni Nilssen, Heini Olsen, Flóvin Tór Næs, Ólavur Simonsen og Eyðun Nolsøe ikki kunna luttaka í ár. Hetta eru kendir og sterkir telvarar, ið tíverri ikki vera við.
Hinvegin koma menn í mans stað, og eitt nú fara vit at síggja verandi føroyameistara Martin Poulsen, Olaf Berg, Carl Eli N. Samuelsen, Hans Kristian Simonsen, Jens Kristian Hansen og Rani Nolsøe við talvborðini á Toftum um páskini. Ikki er greitt um John Rødgaard verður við.
Toftamenn hava spílað seg út við sera góðum virðislønum til vinnararnar í øllum bólkunum.
Telvað verður í døgunum 3-10. apríl. Freistin at tekna seg er 27. mars. Ein kann tekna seg á www.faroechess.com ella við at seta seg í samband við Tofta Talvfelag.