Nú er nógv umstríddi Frøyanes á veg til Føroyar.
Reiðarin, Tummas Jacob á Løgmansbø, er farin til Noregs at leggja seinastu hond á yvirtøkuna.
Og nú Frøyanes kemur undir føroyskt flagg, fær hann navnið West Freezer.
Hesar seinastu dagarnir hevur Skipasýnið kannað bátin.
Kanningrnar skuldu verðið lidnar í gjár og úrslitið av teimum verður so avgerandi fyri, nær báturin stevnir vestur um hav.
Men sjálvur roknar reiðarin ikki við, at nakað serligt verður at gera við hann, tí hann sigur, at West Freezer er í sera góðum standi.
? Vit hava miðað ímóti at vera í Føroyum við bátinum hetta vikuskiftið, sigur hann.
West Freezer er bygdur í Ný Fundlandi í 1989 til eitt útgerðarfelag har.
Men í 1995 varð hann keyptur til Noregs, og síðani hava norðmenn longt hann og umvælt hann allan sum hann er fyri 15 mió.
West Freezer er 42 metrar langur Frystiorkan er 12 tons um samdøgurið.
Vilja bara sleppa ígongd
Tað skerst ikki burtur, at burtursæð frá Nólsoyar Páll, er hetta mest umstrídda skipskeyp til Føroyar nakrantíð.
Stríð hevur tikið seg upp um ognarviðurskiftini, tí summi hava hildið, at treytin er ikki hildin um, at útlendingar kunnu í mesta lagi eiga 1/3 av føroyskum skipi.
Síðani hevur fiskivinnuumsitingin staðfest, at ognarviðurskiftini eru ílagi.
Men mesta stríðið hevur kortini verið um, at West Freezer er koyrdur í bólk 4 saman við útróðrarbátum yvir 40 tons.
Tað kemst av, at fyri at fáa loyvi til bátin, hava eigararnir keypt og lagt tríggjar bátar, og landsstýrið tulkar lógina soleiðis, at tann nýggi báturin skal í sama bólk sum teir vóru í, sum hann fekk fiskidagarnar frá.
Reiðarin Tummas Jacob á Løgmansbø hevur ongar viðmerkingar til stríðið. Tí hann følir, hann er ikki partur í hesum stríði.
Hann hevur áður sagt fyri Sosialinum, at tað einasta, teir hava gjørt, er at teir hava søkt landstýrð um innflutingsloyvi til ein bát.
? Men tað er landsstýrið sum setir treytirnar.
Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at tað einasta, sum teir nú vilja, er, at alt hetta verður lagt afturum nú.
? Tað einasta, vit vilja, er at sleppa ígongd og vinna pening.
? Og tað einasta, vit nú vilja hava, er frið til at arbeiða, so at vit kunnu fáa ein møguleika at vinna íløguna inn aftur.
Hann hevur heldur ongar viðmerkingar til, at formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen, nú umhugsar møguleikan at leggja uppskot fyri tingið, sum m.a. ber í sær, at West Freezer verður lóggivin úr flotanum aftur.
? Tað havi eg onki at siga til tað. Men eg haldi, at tað er ørskapur at blíva við.
Nakrir norðmenn við
Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at væntandi verða 15 mans við West Freezer.
Enn vil hann ikki siga, hvør skal føra hann.
Fýra av manningini vera norðmenn.
Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at norðmenninir vera bara við í fyrstuni. Síðani verður øll manningin føroysk.
Hann sigur, at tað er neyðugt at hava nakrar norðmenn við í fyrstuni at leggja føroyingum lag á at arbeiða umborð, t.d. at læra manningina, hvussu fiskurin skal skiljast í støddir og at arbeiða við frystingini.
Men tað verður eisini mett sum ein fyrimunur, at hava norðmenn við, tí teir kunnu geva føroyingum nógva vitan um línufiskiskap á djúpum vatni eftir longu og brosmu, tí har eru norðmenn nógv fremri enn vit, samstundis sum hetta er ein møguleiki, sum er at kalla ótroyttur í Føroyum.
Fyrsta floks fiskur
Reiðarin sigur, at fiskurin, sum hesir frystilínubátarnir avreiða, er fyrsta floks og tað er gravgangur eftir honum.
Og prísurin er hareftir, Hann nevnir t.d. at felagið, sum átti West Freezer, hevur fleiri sama slag bátar og onkur teirra avreiddi nú um vikuskiftið.
Og teir fingu upp í 30 norskar krónur fyri kilo av toskinum. Tað eru einar 25-26 danskar krónur.
Tummas Jacob á Løgmansbø sigur teir fara nú at senda føroyskum fiskakeyparum skriv, har teir spyrja seg fyri um møguleikarnar at avreiða hendan dygdarfiskin.
Í brævinum verður eisini greitt frá, hvussu fiskurin verður hagreiddur umborð, hvussu hann verður flokkaður í støddir, hvussu hann verður pakkaður og frystur og, hvussu nógv blokkarnir viga. Og hann dylir ikki fyri, at hann er spentur uppá, hvussu teir føroysku fiskakeypararnir fara at taka ímóti hesum.