Á sosialum miðlum í kvøld sæst, at suðuroyingar eru alt annað enn nøgdir við, hvussu samferðslan er samskipað.
Nógv kjak er á t.d. facebook, har ónøgdin millum suðuroyingar er stór, tí Norrøna kemur ikki at bryggju í Havn, fyrr enn Smyril hevur loyst.
Nógvir kjakarar vísa á, at fleiri hundrað suðuroyingar koma úr Oslo við Norrønu, har teir hava verið og hugt eftir føroyska hondbóltslandsliðnum, men nú ferðaætlanin hjá Smyrli er broytt vegna vána veðurforsøgn, so sleppa suðuroyingar, sum leggja at bryggju við Norrønu í kvøld um ein ella tveir tímar, ikki til hús, fyrr enn seint seinnapartin í morgin.
Smyril fer av Havnini í kvøld nú kl 17:30, og siglir so ikki suður aftur til Suðuroyar, fyrr enn í morgin seinnapart, klokkan 15:30.
Á facebook sigur ein viðmerkjari soleiðis:
Undrist bara sera, sera stórliga!!!
Einasta samband til Suðuroyar er Smyril, og nú hópatals suðuroyingar skulu heim, so klárar man at fáa tað at passa soleiðis, at teir mugu liggja nátt í høvðusstaðnum, tí Smyril skal frá bryggju áðrenn Norrøna sleppur til bryggju - HVÍ?
GG!! Nu hevur SSL broytt ferðaætlanina fyri morgindagin, so nú sleppa tey ikki suður fyrr enn kl. 15.30 fríggjadag, eitt heilt døgn eftir komu til Føroya, skrivar viðmerkjarin á facebook.











