Komandi felagið hjá Mariu P. Nólsoy er í stórum fíggjarligum trupuleikum

København Håndbold hevur tørv á einari stórari fíggjarligari innspræning

Mynd: København Håndbold

Landsliðsleikarin, Maria P. Nólsoy hevur gjørt tað framúr í Horsens í bestu donsku hondbóltsdeildini, har liðið megnaði at vinna seg í ovara endaspælið.

 

3. mars var kunngjørt, at Maria tók tað næsta stigið á yrkisleiðini, og fór komandi summar at skifta til gamla liðið hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn, ella København Håndbold, sum tað verður nevnt í Danmark.

 

Men nú er København Håndbold í stórum fíggjarligum trupuleikum. Sambært stjóranum í felagnum, Louise Svalastog (sum sæst á myndini saman við Mariu P. Nólsoy), so hevur København Håndbold brúk fyri einari fíggjarligari innspræning uppá 1,8 miljónir krónur. Við danska TV2 sigur Louise Svalastog, at fær felagið ikki hasar 1,8 miljónir krónurnar til raksturin, so er stórur vandi fyri, at felagið má steingja, og harvið missir felagið plássið í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Kim Mikkelsen hevur skotið pengar í felagið síðani 2013, men sambært TV2 liggur ikki líka væl fyri hjá Kim Mikkelsen at veðhalda fyri líka nógv framyvir, sum hann hevur gjørt undanfarnu 13 árini. København Håndbold hevur havt undirskot hvørt ár síðani 2013, men tá hevur Kim Mikkelsen í hvørjum roknskaparári verið fíggjarligi bjargingarmaðurin.

 

Louise Svalastog greiðir frá, at felagið arbeiðir við einari fíggjarætlan til komandi kappingarár, har tríggjar miljónir krónur fara til leikararnar. Um felagið ikki fær neyðuga peningin, ið manglar í innanfyri tríggjar-fýra vikur, so mugu leikarar og venjaratoymið finna sær onnur feløg. 

 

Ergiligt fyri Mariu um København Håndbold ikki hórar undan fíggjarliga. Men við tí spæli Maria hevur víst í Horsens og á føroyska landsliðnum verður eingin trupuleiki hjá henni at finna eitt annað felag til komandi kappingarár. 

 

Tá Maria skrivaði undir sáttmálan við København Håndbold segði hon við heimasíðu felagsins: – Eg eri ótrúliga spent at taka næsta stigið á yrkisleið míni og flyta til København Håndbold. Eg føli, at tað er tað rætta fyri mína menning. Eg gleði meg at gerast partur av felagnum og stuðla á vøllinum. Eg vóni, at vit saman kunnu skapa eitt kappingarár fult av góðum upplivingum og sterkum úrslitum.

 

Mynd: København Håndbold