Í summar skifta Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu Skanderborg Århus og Sävehof út við heimsins bestu hondbóltsligu.
Elias fer at spæla við THW Kiel, og Hákun fer at spæla við Füchse Berlin.
Talan er um tey bæði liðini sum hava flestu áskoðararnar í týsku bundesliguni.
THW Kiel hevur greitt teir flestu áskoðararnar, og teimum á baki kemur Füchse Berlin.
Men fyrst skulu Hákun og Elias stríðast í endaspølunum í Danmark og Svøríki, og eisini royna at vinna Føroyum pláss í EM-endaspælinum, ið verður leikt í júst Týsklandi aftaná nýggjár.
Nr. | Lið: | Snitt av áskoðarum til heimadystir: |
1 | THW Kiel | 10.065 |
2 | Füchse Berlin | 7770 |
3 | Rhein-Neckar Löwen | 6723 |
4 | SC Magdeburg | 6317 |
5 | Flensburg-Handewitt | 5790 |
6 | Hannover-Burgdorf | 5432 |
7 | HC Erlangen | 4904 |
8 | TVB Stuttgart | 4374 |
9 | DHfK Leipzig | 4205 |
10 | Hamburg | 3905 |
11 | Göppingen | 3825 |
12 | Gummersbach | 3731 |
13 | Lemgo Lippe | 3537 |
14 | MT Melsungen | 3509 |
15 | HSG Wetzlar | 3423 |
16 | Hamm-Westfalen | 2421 |
17 | Bergischer HC | 2412 |
18 | Minden | 2209 |