Í apríl spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti tveir teir týdningarmestu landsdystirnar nakrantíð.
Føroyar skulu spæla tveir HM-undankappingardystir móti hondbóltsrisanum, Týsklandi. Fyrst á útivølli í Kiel 13. apríl og síðani á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn 16. apríl. Samlaði vinnarin vinnur seg í HM-endaspælið sum verður í Póllandi og Svøríki í januar komandi ár.
Týskarar hava fyrireikað seg til dystirnar móti Føroyum við at spæla tveir venjingardystir móti Ungarn farna vikuskiftið.
Leygardagin møttust liðini í Gummersbach. Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Í steðginum var Týskland á odda 17-16 í steðginum.
Ígjár møttust Týskland og Ungarn í Kassel. Týskland vann ein tepran 30-29 sigur. Í steðginum var Týskland á odda 17-13.
Týskarar krevja og vænta ein sigur móti Føroyum, so nú verður spennandi hvussu leikur fer fram.