Hóskvøldið 15. mars 20.00 skipar Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum í Havn fyri sangkvøldi, har streingjakórið syngur, og Eyðfinn Joensen skipar fyri sanginum, tá øll syngja við.
Innsavnan verður til missiónarbeiði hjá Heimaforbundinum. Peningurin fer til Kongo-Kinshasa í Afrika. Stórur dentur verður lagdur á undirvísing og at hjálpa familjum har møður og børn liva av skøkjuvirksemi fyri at fáa sína inntøku. Endamálið er at fyribyrgja barnaprostitión og leggja tilrættis inntøkuna hjá familjunum har og minka um vandan fyri HIV og AIDS. Eisini verður andakt og ein drekkamunnur. Øll eru vælkomin.