LANDSSTÝRIÐ ásannar, at tað verður neyðugt hjá okkum at skipa ta neyðugu skiftistíðina fyri at skapa tryggleika fyri framtíðina hjá Føroya fólki. Hetta, tí danska stjórnin heldur fast um eina fýra ára langa skiftistíð. Ja, landsstýrið ásannar, at hetta »uppskotið er ikki til samráðingar, og tí ultimativt«.
MEN seinni staðfestir løgmaður, at landsstýrið arbeiðir við »at útvega eitt óheft búskaparligt grundarlag, sum kann nýtast sum grundarlag fyri eini politiskari semju um eina rímuliga búskaparliga skiftistíð«.
HÓAST landsstýrið staðfestir, at uppskotið hjá donsku stjórnini ? sum meirilutin í fólkatinginum tekur undir við ? er ultimativt, so hevur landsstýrið kortini eina vón. Tí verður eitt »óheft búskaparligt grundarlag« útvegað. So kann spyrjast, um hetta ikki er í so bláoygt, tá vit hava allar viðmerkingarnar hjá donskum politikarum ? úr samgongu og andstøðu ? í huga!
KANSKA. Men landsstýrið byggir borð fyri báru. Tí løgmaður boðar eisini frá, landsstýrið leggur dent á at fyrireika føroyska samfelagið í eini skiftistíð til fult sjálvbjargni. Tí skal ein búskapargrunnur stovnast, sum skal geva møguleika fyri at »leggja okkara egnu, tryggu skiftistíð til rættis yvir eitt ávíst áramál«. Hvaðani peningurin skal koma í grunnin, sigur løgmaður einki um.
LANDSSTÝRIÐ heldur óivað, at politikkurin er greiður, men munnu tað ikki vera mong sum halda ? við ólavsøkurøðuni í huga ? at landsstýrið í løtuni ikki veit síni livandi ráð. Tjóðveldisflokkurin kann góðtaka eina stutta skiftistíð, men Fólkaflokkurin hevur ásannað, at eingin fólkaatkvøða verður, um skiftistíðin ikki verður eini 12 ár!
FLESTU føroyingar halda, at stjórnin og fólkatingið eru í so »stívrend« og at danir áttu at kunna tryggja Føroyum eina longri skiftistíð, um stjórnin meinti nakað við avtaluna við landsstýrið í juni í 1998. ? Men eru vit ikki komin í verandi støðu, tí føroyska »uppkastið« til eina nýggja stjórnarskipan legði frá byrjan ikki upp til virðiligar samráðingar millum tveir partar, sum andstøðuflokkar á tingi m.a. hava víst á? Harafturat hava ótaldar kanningar víst, at føroyski veljarin ynskir eina skipan sum liggur millum heimastýrisskipanina og loysingina!