Komið og spottið 30.000 fólk...

Um vit fáa sessin, so røkja vit hann fulla tíð. Hitt er ósømiligt

Um vit fáa sessin, so røkja vit hann fulla tíð. Hitt er ósømiligt

 

Sjúrður Skaale

 

Sum politikari skal mann stundum svara uppá hypotetiskar spurningar - og tá kann vera skjótt at glíða í svinginum.

 

Eitt slíkur spurningur, sum sjónvarpið setti mær, var hesin:

 

1) UM tú verður valdur á Fólkating, og

 

2) UM tú so stillar upp til løgtingsvalið, og

 

3) UM tú so eisini verður valdur á Løgting - hvat gert tú so?

 

Full tíð 

Eg kenni hvørki svarið uppá 1, 2 ella 3. Og tað ber ikki til at geva lyfti, tá tú ikki kennir fortreytirnar. Tí bleiv svarið eitt sindur ullint.

 

Eg kann tó siga eitt við vissu: Verði eg valdur á Fólkating, verður tað mítt starv - og tað fari eg, eins og higartil, við gleði at røkja 100%. (Tann bjørnin er kortini ikki skotin enn).

 

Verið eg eisini valdur á Løgting (ta bjørnina hava vit ikki so frægt sum sæð enn), so fari eg at taka farloyvi frá Fólkatinginum nakrar ferðir, meðan eg eri á Løgtingi. Ein mánað nú, kanska tveir mánaðir tá. Tá verður næsti persónur so á Christiansborg, og arbeiðið heldur fram.

 

Fólkatingið verður kortini mítt høvuðsstarv.

 

Og eg fari ikki at sita í báðum sessum samstundis, og krevja dupulta løn fyri tvey hálv størv. Tað fer heldur eingin annar á javnaðarlistanum at gera.

 

So vóni eg, at tað er greitt :)

 

Spotta fólk

Onkur spyr hví vit raðfesta fólkatingssessin so høgt. Svarið sæst í úrslitunum farnu fýra árini: Verður sessurin røktur til lítar, kann hann gera stórt gagn.

 

Verður hann misrøktur, ger hann hinvegin einki gagn.

 

Og vit halda tað vera at halda fólk fyri spott at reka 30.000 føroyingar út at manna tvey størv - og so ikki røkja tey, um mann fær tey.