Kommuna vil hava betri gøtur til borgararnar

- Hetta fer at gerast eitt árligt tiltak, har ein partur av gøtunum verða umvældar og viðlíkahildnar, so allar gøtur í kommununi við tíðini fáa neyðugu røktina

- Gøturnar, sum knýta bygdirnar og býlingarnar saman, hava ein týdningarmiklan leiklut fyri trivnaðin og dagligdagin hjá borgarum í kommununi. Talan er ofta um gamlar gøtur, sum hava ligið har í áratíggjur og hava veitt fólki eitt trygt og gott samband millum ymisku økini.

 

Soleiðis siga tey í Vága kommunu, og her verður lagt aftrat, at viðlíkahaldið av hesum gøtum hevur verið tilvildarligt, og í mong ár hevur bert okkurt smávegis verið gjørt fyri at halda gróðurin burtur.

 

Í fleiri førum hava tey ungu í skipanini Ung í arbeiði havt uppgávuna at lúka og hampa um gøturnar.

 

- Tey eru sera røsk, tí tað liggur nógv og hart arbeiði at lúka og hampa um. Hóast hetta er eitt gott stig á leiðini, er tað ikki nóg mikið til at tryggja, at gøturnar hóska til allar brúkarar – ung sum eldri, umframt tey, sum ganga við barnavogni ella eru á súkklu.

 

Í Vága kommunu siga tey, at nú er so gartnaratoymið hjá kommununi farið undir eitt átak, sum er eitt størri og meira miðvíst viðlíkahaldsarbeiði av gøtunum í bygdunum.  

 

- Hetta merkir, at fleiri av gøtunum verða umvældar frá grundini, so tær kunnu brúkast í nógv ár framyvir. Arbeiðið verður framt stigvíst og av tí, at tað eru nógvar gøtur, verða tær ikki allar gjørdar samstundis.

 

##med2##

 

Sagt verður, at ætlanin er at raðfesta tær mest slitnu gøturnar fyrst og síðani arbeiða seg víðari, eftir sum tíð og arbeiðsorka loyvir tí.

 

- Hetta fer at gerast eitt árligt tiltak, har ein partur av gøtunum verða umvældar og viðlíkahildnar, so allar gøtur í kommununi við tíðini fáa ta neyðugu røktina, siga tey í Vága kommunu.

 

Meira um hetta kann lesast á www.vaga.fo