Kommunala barometrið gongur upp

Eins og aðrarstaðir vóru kreppuárini beisk í Fuglafirði. Borgarstjórin í Fuglafirði, Hallbjørg Hansen, nevnir beinleiðis arbeiðsloysið, ið t.d. millum konufólk var omanfyri 14%. Í sambandi við fráflytingina leggur Hallbjørg Hansen dent á, at bróðurparturin av fráflytarunum vóru ungfólk, men at tað eisini eru hesi somu, ið nú tíbetur leita sær aftur í heimstaðin

Høgni Mohr


Hóast borgarstjórin er kvinna, og vit eru og vitjað í einum býi, stendur bygdarráðsformaður á skrivstovuhurðini hjá Hallbjørg Hansen. Tað ger kanska minni, at hetta ikki er vorðið rættað, tí sambært borgarstjóranum, er tað ikki í hesum húsi, fuglfirðingar hava sína dagligu gongd.

? Tað er øgiliga sjáldan, at nakar er á almennu býráðsfundunum her í húsinum. Tað er spell, at fólk ikki fylgja við tí, ið hendir í kommunalum høpi. Við uppsløgum royna vit at lýsa til fundar, eins og allir ætlaðir fundir verða lýstir við ársbyrjan, men áhugin vantar, sigur Hallbjørg Hansen. Hon avdúkar tó, at til tess at draga fuglfirðingar upp í kommunalu ætlanirnar, fara tey at skipa fyri borgarafundi til heystar.


Teir borgarligu í andstøðu

Tey eru níggju, ið manna býráðið í Fuglafirði. Flokspolitiskt gongur hópurin í trimum. Á tjóðveldislistanum hjá Hallbjørg Hansen eru tey trý, meðan býráðslimirnir báðir í hinum samgonguflokkinum, eru javnaðarfólk. Størsti flokkurin, har tríggir sambandsmenn og ein stakur fólkafloksmaður eiga innivist í, situr í andstøðu.


Óstøðugt í kommununi

Kommunala barometrið í Fuglafirði hevur verið sera óstøðugt seinastu 12 árini. Í 1987 var fólkatalið omanfyri 1700, meðan Fuglafjørður var tódnaður niður á 1350 fólk miðskeiðis í nítiárunum, tá fíggjarkreppa og arbeiðsloysi vóru verst.

Í dag er fólkatalið í Fuglafirði um 1470, og sambært Hallbjørg Hansen gongur tað upp?

Eins og aðrarstaðir vóru kreppuárini ein sorgarsøga fyri Fuglafjørð. Borgarstjórin í Fuglafirði nevnir beinleiðis arbeiðsloysið, ið t.d. millum konufólk var omanfyri 14%. Í sambandi við fráflytingina leggur Hallbjørg Hansen dent á, at bróðurparturin av fráflytarunum vóru ungfólk, men at tað eisini eru hesi somu, ið nú tíbetur leita sær aftur í heimstaðin.


Vón fyri framman

Vinnulívið á staðnum er í støðugari menning. Naglin í hurðini á Handils- og Frystivirkinum er tikin úraftur, nú felag hevur ognað sær virkisbygningarnar, og býráðsforkvinnan nevnir góðu árini hjá Havsbrún, ið hava havt við sær størri tørv á arbeiðsmegi. Harumframt hevur tað hepnast væl hjá útróðrarmonnunum í seinastuni, eins og Trolvirkið Vónin hevur livað upp til navn sítt í trongu tíðunum.

Nógvir fuglfirðingar fara langa leið til arbeiðis. Í Runavík og Oyndarfirði arbeiða fleiri fuglfirðingar í fiski, og Hallbjørg Hansen ið hevur búð á Kambsdali seinastu 10 árini, er sjálv ein av fleiri, ið hava dagliga yrkið sítt í høvuðsstaðnum.


Nýtt berghol?

Til tess at fáa til vega enn fleiri arbeiðspláss, fer býráðssamgongan í Fuglafirði at leggja stóra orku í at broyta ábyrgdar- og uppgávubýtið millum land og kommunu. Hetta er, sambært Hallbjørg beinleiðis orsøkin til, at fuglfirðingar eru farnir uppí nýggja kommunusamtakið. Hon væntar, at nøkur størv fara at falla teimum í lut, um ætlanirnar fara at eydnast.

Í Fuglafjarðar Kommunu hendir mangt og hvat. Havnalag stendur í gerð, eins og farið verður undir at gera eitt berghol! afturat. Eystaliga á norðara armi eru trý goymsluhol sprongd inn í bergi, og hitt fjórða er á veg. Hitt størsta av hesum blindu bergholum skal vera frystigoymsla, meðan hini verða vanlig goymsluhøli. Bergholini eru gjørd í samstarvi við P/F Havsbrún, ið hevur sera stóran tørv á mjøl og fóðurgoymslum. Fyri lága leigu sleppir felagið at nýta hesi hol í virksemi sínum.


Virkið býráð bjóðar bílig grundstykki

Eldrasambýlið, ið júst er latið upp, hava tey í Fuglafirði lagt stóra orku í, og komandi tíðina fer Fuglafjarðar Kommuna at leggja orku í at byggja upp í skúlan og fyrireika nýggj læknahøli.

Teimum, ið ætla sær at byggja sethús, kann Kommunan bjóða grundstykki fyri umleið 90 krónur fyri fermeturin. Samanborið við tey dýrastu grundstykkini í Tórhavn, ere hesi 90% bíligari?


Borgarstjórin í brúdleyp

Í sambandi við Varmakeldustevnuna, hevur Fuglafjarðar Býráð lagt orku í at rudda í býnum, og annars at hjálpa teimum, ið skipa fyri, við at seta upp ferðsluforðingar og geva havnamynduleikunum

møguleika at rigga til kappróður.

Kommunan letur eisini høli til ymisk tiltøk. Kommunukjallarin verður læntur teimum, ið skipa fyri listaframsýningini, eins og tónleika-kaféin verður í hølum, sum kommunan leigar

Hallbjørg Hansen gleðir seg til Varmakeldustevnuna, hóast hon ikki fær verið við á sjálvum hátíðardegnum í morgin. Hon fer at hátíðarhalda tvey ungfólk, ið fara at ganga saman í hjúnarlag í Glyvra Kirkju. Sunnudagin ætlar hon sær á listaframsýning, og stevnuteitinum hjá sjónleikarafelagnum fer hon eisini at hyggja at.