Undir løgtingsviðgerini setti Foreldrafelagið nakrar spurningar til løgtingslimirnar. Ikki ein løgtingslimur hevur svara hesum spurningum!! Tí fer Foreldrafalagið enn einaferð at seta fram hesar spurningar, í vón um at betur roynist hesuferð.
Nútímans krøv ? til hvønn?
Eitt nútímans samfelag setur krøv um barnaansing. Tórshavnar kommuna uppfyllur ikki hesi krøv. Fleiri hundrað børn standa á bíðilista. Hesi mugu hyggja við langtandi eygum eftir einum ansingarplássi!
Spurningurin er so hvør í hevur ábyrgdina av hesum. ? ?Kommunan sjálvandi!?, hugsar ein. Men kommunan sjálv svarar, at íløguloftið frá løgtingsins fíggjarlóg er so lágt, at tað er ógjørligt at uppfylla hesi krøv!
?Svarti Per? verður sostatt sendur víðari til løgtingið.
Men er hetta ein viðkomandi spurningur fyri løgtingslimir?
Hyggja vit út um Tórshavnar kommunu, sæst at líknandi trupulleikarnir eru at finna um alt landið. Sostatt er hetta ikki bert nakað sum er tengt at Tórshavnar kommunu, og tí eiga løgtingslimir at geva hesum ans.
Ansingartrupulleikar, samfelagstrupulleikar
At trupulleikarnir í barnaansingini raka aðrastaðni enn í Havn er tó ikki einasta orsøkin til at løgtingslimir eiga at geva spurninginum ans. Hetta er eisini ein spurningur um principp.
Óansæð hvar í landinum hetta rakar, so hevur hetta negativar fíggjarligar og sosialar avleiðingar fyri samfelagið sum heild, og ikki bert teimun økjum, sum kommunan hevur ábyrgdina av. Lat okkum sum dømi hyggja at tveimun samfelagsbólkum sum verða rakt av hesum: húski og tey vinnurekandi.
Fyri húski eru tvinnir kostir at velja og hvørgin er mjúkur.
Antin mugu foreldrini ganga heima og sostatt missa í minsta lagi eina inntøku meðan tey bíða. Ella at fáa ansa børnunum á annan hátt, tvs. at mugu tey gjalda fyri ?svarta dagrøkt? ella, um tey hava møguleikan, biðja familju, vinir ella kenningar um at ansa sínum børnum. Hetta førir við sær ein sosialan skeivleika, tí búskaparligið missurin av ikki at kunna fara til arbeiðis, verður ikki endurgoldið. Í teimun førum har talan er um ?svarta dagrøkt? er heldur eingin trygd fyri at børnini fáa tær røttu umstøður at verða undir.
Fyri tey vinnurekandi er heldur ikki lætt at loysa spurningin.
Onkrar fyritøkur hava roynt at loysa trupulleikan við at fáa egnan ansingarstovn. Kanska tær stóru fyritøkurnar kunnu gera hetta. Men tær smáu fyritøkurnar hava ongan møguleika. Tí kann ein sovorðin loysn virka kappingaravleiðandi, til fyrimuns fyri tær stóru fyritøkurnar, og í ringasta føri hava við sær monopol á marknaðinum.
Óansæð um hetta er ein trupulleiki sum bæði húski og vinna hava at dragast við, so er hetta nakað sum myndugleikarnir eiga at geva ans. Og av tí at tað eru landsmyndugleikarnir sum seta karmanar fyri hesum, so eiga teir eisini at geva hesum ans.
Og sum sagt, eru tað løgtingslimir sum seta karmarnar. Landsins myndugleikar áleggja kommununum vaksandi byrður sum krevja stórar íløgur. Samstundis seta somu myndugleikar strangar karmar fyri kommunalum íløgum. Landsmyndugleikarnir seta sostatt høg krøv til kommunurnar, men samstundis verða tey amboð, sum eru neyðug fyri at uppfylla hesi krøv tikin frá teimun.
Spurningar til landspolitikarar
Áhugavert hevði verið at hoyrt, hvørjar tankar teir politisku flokkarnir á Føroya Løgtingi hava gjørt sær um henda trupulleika. Foreldrafelagið hevur tí hesar báðar spurningar til løgtingspolitikarar/flokkarnar.
Fyri tað fyrsta vita vit, at nógv børn í Føroyum ikki hava nøktandi barnaansing. Bara í Tórshavn er talið í løtuni umleið 300 børn! Og bíðitíðin er millum 1 og 1 1/2 ár. Við tí fyrisitingarliga háttinum býráðið hevur brúkt, kunnu summi børn/foreldur enntá heilt detta burtur ímillum. - Hvat halda teir sosialt "tilvitaðu" flokkarnir um henda skeivleika?
Fyri tað næsta, skilja vit at samstundis sum ansingartørvurin er stórur, rópar vinnan eftir arbeiðsfólki! Nógv verður tosað um at gagnnýta tað tilfeingið vit sum samfelag hava at ráða yvir. Men grundað á at alt ov fá ansingarpláss eru tøk ganga nógv fólk fyri "onki" í samfelagnum. - Hvat halda "vinnuflokkarnir" í løgtinginum um hetta?
Livst so spyrst! Um onki svar skuldi komi í fjølmiðlunum, er møguligt at hoyra meira um ansingartrupulleikan í Norðurlandahúsinum 30. Januar 2002 kl. 19:30. Tá fer Foreldrafelagið at skipa fyri pallborðfundi, har umboð fyri allar teir politisku flokkarnar eru bodnir við.