Kommunalpolitikarum vantar nærlagni

Hóast tað finnast borgarar við viðkomandi fakligum førleika í flestu kommununum í landinum, so verða barnaverndirnar kring landið kortini mannaðar við meira ella minni tilvildarliga valdum leikfólki. Hetta er ábyrgdarleyst av politikarunum, heldur limur barnaverndini í Vestmanna

 - Tað er óheppið, at barnaverndirnar kring landið eru mannaðar við leikfólki heldur enn fólki við fakligum kunnleika . Men sjálvari barnarverndarskipanini er einki galið við. Trupulleikin liggur hjá fólkavaldu kommunalpolitikarunum, sum velja so at siga tilvildarlig fólk í barnaverndarnevndirnar, heldur enn at brúka tey fakfólkini, sum finnast í kommununi.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>

Tað heldur Birgir Waag Høgnesen, sum sjálvur er skrivari í barnaverndarnevndini í Vestmanna kommunu. Hann metir tað vera beinleiðis ábyrgdarleyst av kommunalpolitikarum, tá teir velja at manna barnaverdnarnevndir eina við leikfólki.<o:p></o:p>


- So at siga hvør kommuna hevur borgarar, ið, við tað at teir til dømis eru lærarar, sjúkrasystrar, pedagogar, politistar og annað, hava fakligan førleika á økinum, men kortini verða leikfólk vald at sita í barnaverndini. Hetta er ein trupulleiki, tí barnaverndirnar hava brúk fyri fakligum førleika, sigur skrivarin í barnaverndini í Vestmanna, sum sjálvur er tryggingarmaður.<o:p></o:p>


- Eg veit ikki, hví júst eg skal sita í barnaverndini, tá bygdin er á tremur við fólki, ið fakliga hava nógv betri kvalifikatiónir at røkja hetta arbeiði, enn eg havi.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Einki galið við skipanini<o:p></o:p>


Í grein í blaðnum í gjár førdi Jancy Biskopstø Klein, leiðari á Sosialu Deild í Klaksvík, millum annað fram, at kommunalu barnaverndarnevndirnar ofta eru ókvalifiseraðar til at røkja sína uppgávu mótvegis børnunum og samfelagnum, tí tær eru mannaðar av leikfólki, ið ikki hava neyðuga førleikan at røkja uppgávuna hjá einari barnavernd. <o:p></o:p>


Hesum er Birgir Waag Høgnesen fult samdur í. Men hann er ikki samdur við leiðaranum á Sosialu Deild í Klaksvík, tá hon sigur, at tíðin tískil er farin frá verandi skipan, har barnaverndirnar verða politiskt valdar.<o:p></o:p>


- Tað er einki í barnaverndarskipanini, sum forðar kommunalpolitikarunum í at velja fólk við hóskandi fakligum førleika í barnaverndarnevndirnar. Men kortini velja politikararnir at seta húsmøðrar, skiparar og ein tryggingarmann sum meg at røkja arbeiðið. Tað er soleiðis eftir mínum tykki ikki skipanini tað er galið við, men heldur nærlagninum hjá kommustýrinum, tá leitað verður eftir fólki til barnaverdnirnar. Eg haldi, at har er tað ofta tilvildin, sum ræður.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Málini ganga nær<o:p></o:p>


- Trupulleikin við at barnaverdnirnar eru mannaðar við leikfólki er ikki, at hesi fólk ikki vilja ella ikki royna at gera sítt besta, men málini hava tað við at draga út, tí sakkunnleikin finst ikki í nevndini, og tað tekur tíð, tá nevndin allatíðina skal leita sær køna hjálp uttanifrá, heldur skrivarin í barnaverndini í Vestamanna kommunu.<o:p></o:p>


Ein afturvendandi trupulleiki hjá landsins barnaverdunum er eisini, at málini ofta ganga barnaverndarlimunum nær. Her metir Birgir Waag Høgnesen eisini, at fakfólk eru betur búgvin til at skera ígjøgnum.<o:p></o:p>


- Um vit fara útum Havnina og Klaksvíkina, so er søgan tann, at mestsum hvørt einasta mál gongur onkrum barnaverndarlim nær á onkran hátt. Tí er sera umráðandi at hava fólk í barnaverdnunum, sum kunnu handfara hesi mál professionelt, og tí skilji eg ikki, hví kommunalpolitikararnir ikki eru meira nærlagdir, tá teir finna fólk at manna barnaverndirnar, sigur Birgir Waag Høgnesen, skrivari í barnaverndini í Vestmanna kommunu.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>